Tað er eitt alternativ

BÆÐI løgmaður og varaløgmaður afturvísa avgjørdir, at tað er eitt alternativ í løgtinginum til fullveldisætlan landsstýrisins. Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal siga, at landsstýrissamgongan stendur saman og at hon heldur fast um fullveldisætlanina og at evsta vald skal liggja í Føroyum. Høgni Hoydal fer so vítt sum at siga í sjónvarpinum, at ongin munur var á áskoðanini hjá Bjarna Djurholm og Helenu Dam á Neystabø og tí sum landsstýrið hevur sett sær fyri.

TEY, sum lurtaðu eftir orðaskiftinum um ólavsøkurøðuna, merktu sær fleiri ferðir, at tað vóru samgongulimir, sum ásannaðu, at við verandi strategi slepst neyvan víðari. Mælt varð m.a. til at venda gongdini á høvdið og henda áskoðan minti so nógv um uppskot Javnaðarfloksins um eina sjálvstýrislóg, at bæði Dimmalætting og Sosialurin ásannaðu, at í løgtinginum er eitt alternativ til offisiellu landsstýrisætlanina.


EITT er, hvat landsstýrið hevur felt í eitt samgonguskjal og hevur lagt sum grundarlag fyri samráðingum, men eitt annað er, hvat er realistiskt at koma ásamt um í samráðingum við eina danska stjórn, sum hevur læst seg fasta í eina stutta skiftistíð og sum helst ikki vil sleppa tí stóra territoriinum norðuri í Atlantshavi.


TÍ má landsstýrið helst leggja eina nýggja strategi ? ella saðla um, sum Jóannes Eidesgaard hevur mælt til ? um vit skulu taka nøkur verulig stig á sjálvstýrisleið.


HETTA má landsstýrið hava ásannað, tá varaløgmaður tengir tann ætlaða búskapargrunnin við skiftisætlanina. Ætlanin við búskapargrunninum er frálík, men støddin á grunninum kann neyvan koma upp í ta upphædd, sum landsstýrið hevur miðað eftir at fáa í eini 12-15 ára langari skiftistíð.


ORÐASKIFTIÐ í løgtinginum bendir á at tað er eitt alternativ til verandi fullveldisætlan. So er spurningurin, um kjarnin í landsstýrissamgonguni ásannar hetta, saðlar um og sleppur ætlanini um, at fullveldi skal proklamerast, áðrenn yvirtøkur og aðrar tillagingar verða gjørdar og ístaðin tillagar samfelagið í einum nýggjum sáttmála við Danmark áðrenn Føroya fólk tekur endaliga støðu til fult sjálvstýri.