Val í FF
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sum nú noyðist út í valstríð við Hendrik Old, fyrrverandi løgtingsmann, sum hevur latið seg stilla upp til formansvalið í Fiskimannafelagnum, hevur longu víst á, at vágbingurin stendur á reiðarans síðu.
Men hetta avsannar Hendrik Old púrasta.
- Størsti parturin, eg nakrantíð havi átti í skipi, er ein fjórðingur. Øll árini, eg sat í fiskivinnunevndini og seinni í vinnunevnd løgtingsins, ansaði eg bevíst væl eftir ikki at hava nøkur áhugamál sum skipaeigari. Tað vildi eg ikki lastast fyri, og tað skuldi eg heldur ikki kunnað lastast fyri.
Eini 18-20 ár afturi í tíðini stóð eg skrásettur sum reiðari í nakrar vikur, tá annar maður flutti. Hetta var í eini avviklingartíð undir kreppuni fyrst í nítiárunum.
Púra burtur við
Hendrik Old vísir á, at í nógvum bygdum kring landið vóru tað arbeiðsmenn og arbeiðskvinnur saman við ungum fiskimonnum, sum áttu part í skipum.
- Í fleiri førum var hetta treytin fyri, at skipini yvirhøvur loystu aftur eftir kreppur.
Hann vísir soleiðis á, at eftir djúpu kreppuna fyrst í nítiárunum, vóru tað ikki minst fiskimenn í Klaksvík, sum loystu línufotan aftur. Sama sóu vit aðrastaðni, har tað vóru fiskimenn, sum loystu skipini.
- Í Vági var tað ein partur av uppvøkstrinum, at tað vóru ungir fiskimenn, arbeiðsmenn og arbeiðskvinnur, sum settu pening í skip. Sama hava vit sæð aðrastaðni her í oynni – og ikki minst í Hvalba. Bæði arbeiðsmanna-og arbeiðskvinnufeløg áttu í skipum, eins og fiskimenn løgdu rygg til at fáa skipini útaftur, tá illa hevði gingist í hond.
Hendrik Old heldur tað tí vera heilt burtur við, tá Jan Højgaard leggur seg undir at vera reiðarans umboð, nú val verður í Fiskimannafelagum.
Eingin avtøka
Valevnið, sum nú bjóðar seg fram sum umboð fyri fiskimenn, er púrasta avgjørdur, tá ræður um inntøkutrygd fiskimanna.
Eftir politiskum ynski hevur ein nevnd sitið og arbeitt við einum uppskoti um at leggja inntøkutrygd fiskimanna út til partarnar á arbeiðsmarknaðinum, fiskimenn og reiðarar.
Men hetta hóvar slett ikki Hendriki Old, sum sjálvur hevur drúgvar politiskar royndir, bæði á tingi og í vinnunevnd løgtingsins. Umframt hetta, hevur hann í eini 10 ár verður formaður í nevndini fyri Lønjavningargrunnin, sum umsitur inntøkutrygd fiskimanna.
- Eydnast tað at taka av almennu inntøkutrygdina, endar hon heilt avgjørt hjá fiskimonnum sjálvum, og tað taki eg slett ikki undir við. Hetta er ein góð skipan, sum nertir at kalla hvørt einasta fiskimannaheim í Føroyum. Eisini forskotsgrunnurin er ein vælvirkandi skipan.
Hendrik Old vísir á, at limirnir í øðrum feløgum, eitt nú maskinmenn og skiparar-og navigatørar, tjena so mikið meira enn vanligi fiskimaðurin, at ein møgulig avtøka hevði kenst nógv meira tyngjandi hjá limunum í Fiskimannafelagnum enn hjá limunum í hinum báðum feløgunum.
- So hesum taki eg slett ikki undir við, og eg vil arbeiða knallhart ímóti, at hetta ikki fer at eydnast politisku skipanini, slær hann rimmarfast.
Hendrik Old sigur seg vera spentan til valið, sum nú verður, og hann sigur seg vera til reiðarar at taka um stýrisvølin – til frama fyri fiskimenn.