Strandferðslan hevur ikki verið serliga heppin við nýggju ferjuni, Erlu Kongsdóttir – og nú liggur hon aftur og verður ikki sett í sigling aftur fyribils. Tað hendur eftir at ein rútur brotnaði, beint, sum tey fóru úr Nólsoy í morgun.
Hetta er aðru ferð í vetur, at rútar á Erlu Kongsdóttir, eru brotnaðir. Tann 11. desember brotnaðu tveir av teimum stóru rútunum í salongini, men hesa ferð var tað tann fremsti rúturin í stýriborð, sum fór.
– Hesin rúturin er nakað minni enn hinir rútarnir, so tað er ikki støddin, sum ger, at rútarnir brotnað, sigur Hilmar Eliasen.
Tá ið rútarnir brotnaðu 11. desember, fór Erla Kongsdóttir á Mest, og har vórðu teir stóru rútarnir skiftir út. Somuleiðis vóru allir rútarnir lamineraðu, so hóast rúturin brotnaði í morgun, hekk hann kortini saman, so hann fór ikki í splintur.
Tað var ikki av veðrið, at rútarnir brotnaðu tann 11. desember og Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni staðfestir, at tað var heldur ikki at veðrið, at rútarnir brotnaðu í morgun, tí alduhæddin var ikki meiri enn 1,5 til tveir metrar.
Men hvør orsøkin so kann vera, er ein gáta, men tað verður kannað. Hilmar Eliasen sigur, at Erla Kongsdóttir hevur ein svartan kassa umborð, sum skrásetur alt, sum er farið fram umborð á tí tekniska økinum.
Hann sigur, at nú verður tað, sum er skrásett í kassanum, greinað, og so koma myndugleikarnir til eina støðu, um hvat er, sum er hent. Óheppið seinast, tá ið rútarnir brotnaðu, er eisini granskað, men har er eingin endalig niðurstøða enn. Av tí, at eingin niðurstøða er, vil stjórin ikki gita, hvat tað er, sum kann vera hent.
Nú verður Erla Kongsdóttir løgd, til avgerð er tikin um, hvat skal gerast. Hilmar Eliasen sigur, at ein møguleiki er at skifta allar rútarnar, sum ikki eru skiftir. Hann sigur, at síðani teir stóru rútarnir vórðu skiftir, og eitt serligt plexiglas varð sett í, hevur verið friður av teimum so tað hevur hjálpt.
Men hvussu leingi Erla Kongstóttir liggur í hesum umfari, er sostatt óvist.