Gistingarhús, matstovur, handlar og nógvar aðrar tænastur í Tórshavnar kommunu hava bráðneyðugan tørv á fíggjarligum stuðuli úr landskassanum fyri at hóra undan.
Tað siga fýra av fimm flokkum í Tórshavnar Býráð, í eini felags fráboðan í kvøld.
Teir fýra flokkarnir eru Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn og teir halda, at tað er neyðugt við fíggjarligari hjálp, bæði fyri at bjarga fyritøkum undan at steingja, og fyri at tær kunnu vera við til at seta gongd á búskapin, og tryggja fjølbroytt arbeiðspláss tá ið kreppan er av.
Landsstýrið boðaði fyrr í dag frá, at ein hjálparpakki til vinnuna verður klárur at leggja fyri Løgtingið fyrsta dagin.
– Vónandi hæsar kreppan skjótt av, men tað vita vit ikki enn. Tí er tað bæði gott og neyðugt, at landsstýrið nú kemur við einum vinnuligum hjálparpakka, sum kann forða fyri eini vanlukkuligari støðu við skjótt vaksandi arbeiðsloysi, siga teir fýra flokkarnir.
Teir vísa á, at nógvar fyritøkur í handilsvinnuni og tænastuvinnuni, merkja sviðan av minkaða virkseminum, sum koronasmittan hevur elvt til.
Tey siga, at hjá nógvum fyritøkum er alt mestsum steðgað upp og tí taka tey væl ímóti boðunum um, at landsstýrið arbeiðir við einum hjálparpakka til vinnuna.
– Tá ið tiltøk vórðu sett í verk fyri at avmarka smittuna, broyttist býarmyndin munandi. Ein veitari fyri og annar eftir, legði stilt fyri at verja starvsfólk og viðskiftafólk ímóti korona.
– Men við ongum inntøkum í longri tíð kann stórur partur av teimum sjálvstøðugt vinnurekandi fara fyri bakka, siga tey.
Tey vísa á, at nógvar lítlar og miðalstórar fyritøkur hava brúk fyri støðugum kapitali.
– Hjálparpakkin skal tryggja, at fyritøkurnar eisini eru á marknaðinum, tá ið koronakreppan er av. Tí er tað avgerandi, at vinnan nú fær eina hjálpandi hond. Vit eru í eini undantaksstøðu, sum hevur fingið stjórnir kring okkum at seta stórar upphæddir av til vinnuna, siga teir fýra flokkarnir í Tórshavnar Býráð.
Teir siga, at Tórshavnar kommuna hevur ikki heimild til at stuðla vinnuni fíggjarliga. Men kommunan vil fegin verða tikin við upp á ráð, so at hjálparpakkin fær spent neyðuga trygdarnetið undir mongu fyritøkurnar, sum nú eru í fríum falli.
Eitt eyðkenni fyri Havnina er at hon hevur eina virkna handilsvinnu og tænastuvinnu og í fjør var partafelagsskatturin methøgur.
– Hetta ber boð um, at gongdin hevur verið góð í privatu vinnuni. Men bjørtu útlitini fyri bara einum mánaði síðani, eru nú vend til eina ótrygga framtíð, tí enn vita vit ikki, hvussu djúp kreppan verður, og hvussu leingi hon fer at vara, siga tey.