Tað er best at SEV sjálvt eigur vindmyllurnar

Vindmyllurnar órógva elnetið hjá SEV og tí er tað best, at tað er SEV sjálvt, sum eigur tær, sigur SEV

Vindmyllur

Tað er best, at SEV sjálvt eigur vindmyllurnar, sum skulu setast upp afturat.
Tað heldur Elfelagið og tí fer SEV ikki at gera fleiri sáttmálar við privatar um at seta vindmyllur upp.
Í tíðindaskrivi sigur stýrið fyri SEV, at tað ætlar at seta tríggjar vindmyllur upp í Neshaga. Men Vinnumálaráðið hevur biðið SEV um at bíða við at seta fleiri vindmyllur upp, til ein elorku lóggáva er gjørd.
Men tað ber ikki til hjá SEV
? Her er talan um eitt lið í einari royndarætlan og ætlanin er komin so væl áleiðis, at avtala er gjørd við vindmylluseljaran.
SEV sigur, at fyrsta stigið í hesi royndarætlan var sáttmálin við Røkt í Vestmanna um tríggar myllur á 660 KW.
? Hesar tríggjar myllurnar hava órógvað netið hjá SEV, og í fyrsta lagi hevur verið neyðugt at umleggja rakstrarmynstrið á elverkunum, fyri at avmarka órógvið.
Næsta stigið í royndarætlanini er, at SEV er at seta hesar tríggjar myllurnar upp í Neshaganum, sum ?elektriskt" verða knýttar í samliskinnaran á Sundsverkinum, t.v.s. nakað burtur frá íbindingini í Vestmanna.
? Eisini hesar myllurnar fara at órógva elnetið, men vit vóna at kunna tillaga elframleiðslu okkara soleiðis, at hettar verður til at liva við, sigur SEV.
Lagt verður tó afturat, at svarið upp á hettar fæst ikki neyvt, fyrr enn royndirnar eru gjørdar.
? Um hettar næsta stigið í royndunum vísir seg at geva so stórar trupulleikar, at neyðugt verður at kopla eina ella fleiri av myllunum av netinum í styttri ella longri tíðarskeið, er best at SEV sjálvt eigur myllurnar, sigur felagið.
Annars sigur SEV, at tað hevur stóran áhuga í einum samstarvi um eina erlorkulóg, og at SEV er til reiðar at luttaka í hesum samstarvi við tí sakkunleika, sum SEV hevur. Samstundis kann SEV vera til hjálpar at fáa til vega uttanhýsis sakkunnleika á hesum øki, sigur SEV í einum tíðindaskrivi