Hvannasund: Klokkan er farin at nærkast 12 og einum góðum døgurðabita. Hetta tykist tó ikki at nerva teir báðar norðdepilsmenninar og feðgarnar, Ditlev og Ludvík Lydersen. Tann fyrrnevndi býr í Norðdepli og hin á Viðareiði.
Við hesi nýggju húsini í Hvannasundi er alt gjørt fyri, at arbeiðið skal kunna ganga skjótt og væl. Frammanfyri húsið stendur ein stórur arbeiðsskúrur við øllum tí, ið krevst til arbeiðið hjá einum handverksmeistara sum Krissfinn Lydersen.
Her er skrivstova, goymsla til amboð og annað, toilett og ein hitapumpa, ið hitar allan skúrin. Og her er eisini eitt stórt úrval av seymi og skrúvum, sum krevjast til bygging av einum slíkum sethúsum.
Teir báðir, Ditlev og Ludvík eru ídnir eftir at fáa hetta arbeiðið frá hondini. Men hjá teimum og arbeiðsgevara teirra, hinum bróðurinum og soninum, Krissfinni ræður um at arbeiða soleiðis at tað ikki gongur út yvir góðskuna.
- Vit mugu bara laga okkum eftir veðrinum. Í dag er ikki hugsingur um at arbeiða uttandura, siga teir báðir.
Lív í bygdunum
Fyri eina so lítla bygd sum Hvannasund hevur tað sjálvandi sín áhuga, at fólkatalið veksur og at bygdin kann mennast á øllum økjum.
Í bygdini hevur kommunan gjørt sítt til at fólk skulu hava møguleika fyri at búseta seg her. Hvussu hetta hevur eydnast, vísa hagtølini og hetta sæst eisini við berum eygum.
Sambært Hagstovuni hevur fólkatalið í Hvannasundi ligið millum 260 og 270 tey seinnu árini.
Við seinastu uppteljing, sum varð gjørd fyri august mánað í ár, búðu 261 fólk í Hvannasundi og beint omanfyri 440 fólk í Hvannasunds kommunu, ið haraftrat fevnir um bygdirnar Norðdepil, Múla, Depil og Norðtoftir.
Við berum eygum ber eisini til at staðfesta, at her fer at koma enn meiri lív í bygdina: Umframt hesi húsini, standa eini onnur í gerð beint eystanfyri og eini fara skjótt í gerð hinumegin sundið, í Norðdepli.
Hetta hendir hóast onkur hevur tosað um, at bygdin neyvan fór at vaksa so leingi sum einki verður gjørt fyri at betra um samferðsluviðurskiftini gjøgnum tunlarnar á Borðoynni.
Líkt er til, at fólkið norðanfyri kortini hevur eina vón um eina bjarta framtíð!
Bíða eftir veðri
Teir byrjaðu at smíða hesi húsini uttarlaga í Hvannasundi mitt í summar, og nú er arbeiðið komið so mikið væl áleiðis, at húsini eru innlokað og vindeygu og hurðar sett í.
Hetta gevur teimum eisini tann fyrimunin, at ber ikki til at arbeiða uttandura fyri veður, er altíð okkurt sum teir kunnu gera innanveggja.
Júst hetta sama gjørdu teir mikudagin í hesi vikuni. Tað var gott veður í Klaksvík og aðrastaðni í landinum, men her í Hvannasundi var ikki veður til uttandura arbeiði henda fyrrapartin.
- Vit vóru annars byrjaðir at tekja, men veðrið bleiv so keðiligt, at vit máttu gevast við tí. Eg meti, at tað er umleið helvtin eftir at tekja, sigur Ditlev.
- Ja, svarar Ludvík til. – Fáa vit einar 2-3 góðar dagar aftrat, so skuldi tað arbeiðið verið fingið frá hondini!
Annars hava teir klætt ein part av húsunum. Men tá Sosialurin vitjaði í Hvannasundi, stóð tann niðara síðan enn uttan klædning.
- Vit hava skorið alt tilfarið til, og tað er klárt at seta upp. So tað skuldi ikki tikið so langa tíð, bara vit sleppa í sving!
Nokk at gera
Henda mikudagin, tá vit vitjaðu í Hvannasundi vóru teir í ferð við at skildra rúmini av bæði í ovaru og niðaru hæddini.
Veðrið bjóðaði jú ikki beinleiðis til uttandura arbeiði, og tí vóru teir báðir bara í ferð við skildra rúmini av í ovaru hæddini.
Hetta eru eini stór og væl útgjørd hús í tveimum hæddum, hvør uppá 130 fermetrar.
Tá hetta arbeiðið er liðugt, skulu næstu handverkararnir framat – eletrikararnir, áðrenn timburmenninir leggja seinastu hondina á veggirnar við bjálvingini.
- So tú sært, tað er altíð nokk fyri hendurnar, sum Ditlev tekur til.
Onnur hús
Júst hetta við arbeiði til allar handverkarahendur, er eisini ein spurningur, sum mong seta sær í dag.
Í einum so avmarkaðum øki sum Norðoyggjum, og har teir fyri tað mesta hava arbeitt í bygdunum norðanfyri tunlarnar – tað er: Hvannasund, Norðdepli og á Viðareiði – skuldi ein trúð, at talið av arbeiðsuppgávum var avmarkað.
Líkt er til, at menninir hjá Krisfinni hava so gott orð á sær, at teimum ikki fer at tróta arbeiði í bræði:
- Vit skulu í holt við eini onnur hús í Norðdepli nakað skjótt, sigur Ditlev.
Hann væntar, at tá teir eru komnir nakað meiri áleiðis við hesum húsunum í Hvannasundi, fara teir at »leggja út«, sum tað eitur á fakmáli, fyri tí næsta húsinum í bygdini hinumegin sundið.
- Eg kann ikki siga akkurát nær tað verður. Men vit vænta at tað verður fyrsta dagin!
Sparing við nýggjari hitaskipan
Í dag verður so nógv tosað um orkusparing og alternativa orku. Og eigarin av hesum húsunum í Hvannasundi hevur eisini valt at ganga á odda á hesum økinum.
Hann hevur nevniliga útvegað sær eina serstaka hitaskipan við eini luft-til-vatn-skipan og við einum heitvatnstanga uppá 300 litrar.
Henda skipanin, ið kemur frá bygging.fo í Sandavági virkar á mangar mátar sum ein hitapumpa, og gevur eins nógvan hita frá sær, sum tær meiri kendu hitapumpurnar.
Eitt sum serkennir hesa skipanina er at stýriskipanina er inni í einum heitum og tryggum kjallara ella vaskirúmi. Við tí stóra heitvatnstanganum ber til at brúsa sær í útivið tveimum tímum – hvør so enn skuldi havt hug til tað! –uttan at vatnið verður kalt.
Bæði Ludvík og Ditlev hava sjálvur heilt ella partvíst fingið sær hvør sína hitaskipan av hesum slagi, og teir lata báðir sera væl at.
- Hetta sparir sera nógva orku, siga teir báðir við ein munn.