– Tað er altíð hugnaligt at hitta ein landsmann

Vit hava fingið eitt lítið prát við Føroyingafelagið í Nuuk

Nógvir føroyingar búgva í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, og fleiri teirra hittast av og á til tiltøk, sum føroyingafelagið har skipar fyri.

Har verður eitt nú skipað fyri seyðarhøvdaveitslu, tunnuslátti, ólavsøkuhaldi, útferðum og so hyggja tey at landsdysti, tá føroyska fótbóltslandsliðið spælir.

Á jólum hava tey jólahald og senda jólaheilsur til Føroya.

– Undirtøkan plagar at vera góð. Tað er ymiskt, hvør kemur við til tey ymisku tiltøkini, tí tiltøkini eru ymisk. Til dømis koma fleiri barnafamiljur til jólaheilsur og fleiri vaksin at hyggja eftir landsdysti, fortelur Durita á Brúgv, sum er í nevndini í Føroyingafelagnum í Nuuk.

Fyrrárið helt Føroyingafelagið í Nuuk 50-ára hátíðarhald, og tá luttóku eini 50 fólk.

##med3##

Føroyingafelagið hevur týdning fyri teir føroyingar, sum búgva her.

– Fyri tey, sum júst eru flutt hagar, er Føroyingafelagið ein góður máti at hitta fólk og fáa sosialt samband við aðrar føroyingar. Fyri tey, sum hava búð her longri, er Føroyingafelagið ein stabil eind, sum hjálpir við at varðveita sambandið til Føroyar.

– Felags fyri øll er, at tað altíð er hugnaligt at hitta ein landsmann til eitthvørt sosialt tiltak og práta við onkran, sum hevur sama mentanarliga bakland, sum ein sjálvur, sigur Durita á Brúgv.

##med4##

##med2##