Tað endaði við roki í Gundadali

Tríggir spælarar vórðu fram ímóti endanum riknir av vøllinum, tá ið HB at enda tiltuskaði sær 2-1 sigur og harvið vann seg í hálvfinaluna

Tað var undirhald fyri allar pengarnar í Gundadali, tá ið HB hevði vitjan av EB/Streymi í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

Heimaliðið vann 2-1 og tryggjaði sær harvið pláss í hálvfinaluni. EB/Streymur var á odda 1-0, inntil tað restaðu tíggju minuttir. Tíggju minuttir eftir steðgin var tað Dan í Soylu, sum sneiddi úr høgru og framvið allari HB verjuni, áðrenn hann smekkaði bóltin í málið.

 

EB/Streymur hevði fínt tak á spælinum, men tíggju minuttir undan dystarenda javnaði HB við brotssparki. Símun Samuelsen fór um koll á brotsteigarmarkinum, og Alex Troleis bríkslaði fyri brotssparki. Tað vóru gestirnir sera misnøgdir við.

 

Innskifti Rókur av Fløtum Jespersen umsetti brotssparkið til mál. Fýra minuttir undan leikloki legði innskifti Ari Mohr Jónsson HB framum eftir framlegging úr høgru.

 

EB/Streymur legði nógv fyri í royndini at javna, og tað var um reppið, at tað eydnaðist.

HB miðvallarin Heðin Hansen varð vístur av vøllinum fyri ófantaliga takling, og so vórðu tveir EB/Streyma spælarar vístir av vøllinum. Tað vóru Árni G. Olsen og Poul G. Olsen, sum báðir sóu gult fyri aðru ferð og harvið vóru tað síðstu løtuna tíggju HB spælarar og níggju EB/Streyma spælarar á vøllinum.

 

Í hálvfinaluni eru B36, NSÍ, KÍ og HB.

 

HB-EB/Streymur 2-1 (0-0)

0-1: Dan í Soylu

1-1: Rókur av Fløtum Jespersen br

2-1: Ari Mohr Jónsson

 

B36-Víkingur 1-0 (1-0)

1-0: Eli Falkvard Nielsen

 

NSÍ-TB/FCS/Royn 3-2 (1-1) eftir longda leiktíð

1-0: Einar Tróndargjógv

1-1: Poul Ingason

2-1: Klæmint A. Olsen

2-2: Jón Krosslá Poulsen

3-2: Andri Benjaminsen

 

ÍF-KÍ 0-2 (0-2)

0-1: Ahmed Mujdragic

0-2: Jóannes Bjartalíð br