Tað eigur at vera lættari at finna teir bilførarar, sum keypa bensin ella diesel, men sum rýma av uttan at rinda.
Tað halda bensisølurnar og tað vil Handislfelagið nú hava Løgtingið at gera nakað við. Henrik Old, landsstýrismaður í ferðslumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva ávísum almennum stovnum og øðrum, lættari atgongd til akfarskránna hjá Aktsovuni, og at tey fá beinleiðis, talgilt samband við akfarsskránna at fáa upplýsingar um ein bil, hvør eigur hann og hvørji pant, sum kanska eru í honum.
Annars er ætlanin at tryggingar, peningastovnar, skulu fáa beinleiðis atgongd til akfarsskránna og samstundis skulu bilasølur, og tey, sum selja eykalutir fáa beinleiðis upplýsingar um, bilaslag, modell, o.s.fr. í sambandi við eykalutir. Frammanundan hava eisini undirsjóvartunlarnir og tey, sum vara a parkeringsøkinum á flogvøllinum, atgongd til skránna.
Men nú vil Handilsfelagið at eisini bensinsøðirnar skulu fáa sama møguleika. Tey vísa á, at bilar rýma frá oljusølum uttan at rinda, og tí vil Handilsfelagið, at privatu oljufeløgini eisini fáa talgilda atgongd til akfarsskránna hjá Akstovuni fyri at fáa upplýst eigara á einum bili.
Oljufeløgini hava aðrar møguleikar at finna fram til eigara av bilinum, til dømis at ringja til løgregluna, sum svarar ta tíð, oljusølurnar eru opnar, ella til Akstovuna dagin eftir og tey halda, at tað er alt ov stirvi, tí skal tað eydnast at fáa fatur á pengunum, er neyðugt at bera skjótt at. Og nú halda tey, at vit eiga at flyta okkum fram í tíðina og brúka nýmótans tøkni, heldur enn at halda fast í eina gamla, knortluta mannagongd.
Tað er heldur ikki altíð, at løgreglan hevur stundir til at hjálpa teimum at finna eigaran, leggja tey afturat og tey vísa samstundis á, at bensinsølurnar seta minst líka stór krøv til trygdina sum tunnilsfelagið og Flogvøllurin, gera.
Henrik Old sigur, at hann fer ikki at ganga umbønini hjá Handilsfelagnum á møti, tí hann heldur at tað er í stríð við persónsupplýsingarlógina, tí endamálið stendur ikki mát við inntrivið.