Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma?
- Mentalt fyrireiki eg meg væl, og tá desember nærkast, taki eg jólapyntið fram. Eg hugsi um, hvørjar smákakur eg ætli mær at baka. Onkur sløg eru tey føstu, og onkuntíð vil eg royna okkurt nýtt.
Tað sigur Eyðritt Clementsen.
Hevur tú pyntað til jólar?
- Ja, eg pynti altíð til 1. sunnudag í advent. Tað er so stak hugnaligt. Mær dámar best ljósini hesa myrku tíðina. Børnini plaga at standa fyri øllum jólafigurunum.
Hava tit jólatræ - úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað?
- Vit hava altíð havt livandi jólatræ, men fyri nøkrum árum síðan keyptu vit okkum eitt plastjólatræ, sum vit hava verið glað fyri.
Hon sigur, at jólatræið verður pyntað við millum annað øllum, sum børnini hava gjørt í barnagarði og skúlanum.
Eru jólagávur keyptar?
- Eg havi nakrar at keypa, og tær verða keyptar so hvørt, sum eg havi tikið støðu til, hvat tey ymisku skulu hava. Tá er lætt og skjótt at avgreiða gávurnar, sigur Eyðritt Clementsen.