Tað dregur út at basa bústaðarneyðini

Tey vilja hava ein mánað afturat at viðgera málið

Tað gongur heldur strilti hjá Løgtinginum at avgreiða bústaðarpakkan hjá landsstýrinum. Tað var fyrst í desember, at landsstýrið legði bústaðarpakkan fyri Løgtingið. Í fyrsta lagi gekk nakað av tíð, til málið yvirhøvur kom til umrøðu í Løgtinginum, tí tað var ikki fyrr enn 20. januar, at Løgtingið viðgjørdi málið. Síðani varð málið beint í Trivnaðarnevndina hjá Løgtinginum til víðari viðgerð og har hevur málið ligið síðani.

Eftir reglunum hevur ein nevnd ein mánað at viðgera eitt mál og sostatt skuldi Trivnaðarnevndin verið liðug mánadagin. Men tað er hon ikki, og nú hevur nevndin biðið løgtingsformannin um undantaksloyvi, so at hon fær ein heilan mánað afturat at viðgera málið.

Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, hevur gingið umsóknini á møti og sostatt hevur Trivnaðarnevndin heilt til 19. mars at viðgera málið í, áðrenn tað aftur verður lagt fyri Løgtingið, so at Løgtingið kann atkvøða um tað.

Ein týðandi táttur í uppskotinum er, at Bústaðir skulu fáa heimild til at lána 450 milliónir at byggja bústaðir fyri. Men ein treyt er, at helvtin av tí skal brúkast til barnaheim, og aðrar almannagagnligar bústaðir. Tað er eisini ein treyt, at ein partur av restini skal brúkast til at byggja bústaðir uttan fyri miðstaðarøkið. Restin skal so brúkast til at byggja íbúðir í miðstaðarøkinum, men Bústaðir skal hava hægri avkast av íbúðunum í miðstaðarøkinum, enn aðrastaðni.

Ósemjan er stór um ætlanina, tí tað eru fleiri politikarar, bæði í samgongu, og í andstøðu, sum halda, at tað er skeivt at krevja hægri avkast av íbúðunum í miðstaðarøkinum enn aðrastaðni, tí avleiðingin er, at tað fer at verða munandi dýrari at leiga íbuð í Havn, Á Skálafirði og í Klaksvík, ella aðrastaðni.

Fleiri politikarar úr andstøðuni, taka ikki undir við, at Bústaðir skal brúkast til at byggja barnaheim, tí tað ehvur altíð verið fíggjað við játtan á fíggjarlógini.

Tað er ein atfinning, sum tey í Bústøðum eru samd í. Tey halda eisini, at tað er heilt burtur við, at bara ein viðfáningur av pengunum kann brúkast til íbúðir í Havn, har tørvurin er nógv størstur.