Tá dimmið legði seg um bygdina

- Eg havi bara upplivað tað dagligu politisku sólarmyrkingina frá afturhaldsrørsluni í Føroyum, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður.

Ert tú spentur til sólarmyrkingina?

 

- Sólarmyrking er ein stórhending. Sjálvandi eri eg spentur, og øll í húskinum við mær, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður og limur í Sands bygdarráði.

 

Hvar fert tú at verða, og hvat fert tú at gera fríggjamorgunin?

 

- Løgtingsformaðurin hevur syrgt fyri, at tingfundur ikki er, so eg fari at verða saman við familjuni í Sandoynni. Veðrið ger av, um vit verða við hús á Sandi, fara niðan á Vestfelli - ella vit fara til Skálavíkar, nú tey hava verið so ófør at fyrireika har eysturi. Vit ætla okkum at grava niður nøkur ting frá dagsins samfelag, sum (helst) ikki skulu gravast upp aftur fyrr enn næstu sólarmyrking.

 

Skilir tú, at útlendingar í stórum tali koma til Føroya at síggja hesa sólarmyrking?

 

- Vit eru heppin at eiga heimsins vakrasta land, og eg eri fegin um og errin av, at vit kunnu bjóða so nógvum gestum hendanvegin. Haldi, at samlaða ferðavinnuumhvørvið eigur stórt rós uppiborið fyri sín virkna leiklut. Sjálvur hevði eg neyvan sett mær fyri at ferðast ávist stað, tí at sólarmyrking er.

 

Hevur tú upplivað/ hoyrt um aðrar sólarmyrkingar?











 

- Ungi aldurin ger, at eg ikki havi upplivað sólarmyrking fyrr. Ikki aðra enn tað dagligu politisku sólarmyrkingina frá afturhaldsrørsluni í Føroyum. Nógvar eru søgurnar av Sandi frá seinastu sólarmyrking. Ein er um eina konu sum fekst við at vaska ull. Hon visti ikki um sólarmyrkingina, so tá dimmið legði seg um bygdina, helt hon fyri: Burtur við øllum vertsligum! Latið okkum venda okkum til Harran. Og væl hjálpti! Tí eina løtu seinni fóra aftur at lýsa fyri degi, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður.