Tað ber til hjá teimum smáu

Veitslurómur var í Aserbadjan, tá tað fyri fyrstu ferð eydnaðist einum liði hagani at koma víðari í europeisku kappingini

Higartil hevur tað ongantíð eydnast einum føroyskum liði at spæla seg víðari í Europa Cup. HB kom víðari í 1993, tá RAF Latvia, sum hevði vunnið 1?0 á heimavølli, ikki møtti á Svangaskarði. Men á vøllinum eiga føroysk lið framvegis fyrsta samanlagda sigurin til góða.

At tað viðhvørt eydnast hjá teimum, sum hvørja ferð plaga at tapa, vóru onkur dømi um mikukvøldið, tá seinnu dystirnir í fyrsta innleiðandi umfarinum vóru á skránni.

Í Aserbadjan var stórur fagnaður. Meistaraliðið hjá teimum, sum eitur FC Shamkir, megnaði at senda Skonto Riga úr Letlandi úr kappingini. Føroyingar og serliga klaksvíkingar minnast Skonto Riga. Tað var hetta liðið, sum í 1992 basti KÍ í Europa Cup fyri meistarar. Hetta var fyrsta árið, at føroysk lið vóru við í Europa Cup (B36 spældi í kappingini fyri steypavinnarar ímóti Avenier Beggen úr Luksemburg).

Næstsíðsta mikukvøld vann Skonto Riga 2?1 á heimavølli. Hesa ferð vann FC Shamkir 2?1. Men tað sá einki út hjá heimaliðnum, sum skoraði sigursmálið, tá tríggir minuttir av eykatíð vóru farnir. So var neyðugt við longdari leiktíð, og fagnaðurin mundi ongan enda tikið, tá heimaliðið skoraði tvær ferðir afturat.

Í næsta umfarinum skal Shamkir spæla ímóti Slavia úr Prag. Liðið úr Aserbadjan hevur ongan møguleika, men tað tekur ikki fagnaðin burtur yvir sigurin í fyrsta umfarinum. Og at tvær ferðir eina millión krónur frá UEFA koma á eitt turt stað í Aserbadjan man eingin ivi vera um!


Ongantíð ov gamal

Olgar Danielsen er føroyskur toppskjútti í Europa Cup. Hann hevur skorað fimm av teimum seks málunum, sum KÍ hevur fingið. Í ár fekk KÍ einki mál í Europa Cup. Avrikið hjá Shamkir fær hugsanina fram um, at kanska hevði tað verið øðrvísi hjá KÍ, um Olgar ikki hevði havt sett skógvarnar á hillina.

Stóri maðurin í Aserbadjan mikukvøldið var miðframherjin, sum eitur so mikið sum Bakri Kvaratsckheliya. Hann skoraði trý tey fyrstu málini, og hann er 36 ára gamal. Hattrikkið hjá manninum, sum vit ikki orka at nevna navnið á eina ferð afturat, fær hugsanirnar at leita aftur til 1995, tá Olgar Danielsen á Svangaskarði skoraði hattrikk ímóti Maccabi Haifa úr Ísreal!

? Hetta var vánaligasta úrslitið í mínum fótbóltslívið, var viðmerkingin hjá Alexander Starkus, sum er venjari hjá Skonto Riga, og tað er væl skiljandi, at hann ikki hevði meiri at siga.


Vónbrot og kæti

Í Norðurírlandi var tað um reppið, at Linfield FC mikukvøldið megnaði at senda finska FC Haka úr kappingini. Inntil tað restaðu tríggir minuttir var heimaliðið á odda 2?0, men so minkaði Peter Kovacs um munin til 2?1. Tá stóð á jøvnum, men FC Haka, sum í fjør sendi HB úr Europa Cup, hevði vunnið 1?0 á heimavølli og harvið bjargaði reglan um mál á útivølli teimum. FC Haka skal í næsta umfarinum spæla ímóti Inter Bratislava úr Slovakínum.

Vónbrotið var stórt í Norðurírlandi, men rómurin var øgiligur í Estlandi. Har eydnaðist tað mikukvøldið fyri fyrstu ferð at fáa eitt lið víðari úr fyrsta innleiðandi umfarinum í Europa Cup fyri meistaralið.

FC Levadia Maardu hevði vitjan av walisiska meistaraliðnum, sum tapti 4?0. Úrslitið í Wales í síðstu viku var 2?2. Tað hevði við sær, at walisiska liðið noyddist at fara fram á vøllin fyri at fáa mál. Teir vóru væl við fyrsta hálva tíman.

Ofta verður nógv lagt afturat vanligu leiktíðini. Estlendska liðið fekk hol á, tá fimm minuttir vóru spældir eyka av 1. hálvleiki, og so smokkaði walisiska korthúsið. Meistaraliðið úr Wales eitur Llansantffraid FC.

Glaðu menninir úr Estlandi skulu komandi mikukvøld spæla í Ukreina, har mótstøðuliðið eitur Shaktar Donetsk.

jhalan um, at eitt ávíst praktiskt arbeiði skal gerast, men tann sosiali ella umsorgarparturin má ikki gloymast. Tey gomlu eru ikki passivir og sløktir brúkarar, tí hóast ymisk til førleika, so kunnu tey flestu kenna seg væl, um tey eisini merkja, at tey ikki heilt eru til avlops.

Lat okkum tí geva hesi skipan ta neyðugu orkuna, sum kann gera, at hon veruliga verður ein umsorgarskipan, har brúkarin er miðdepilin.


Tryggleikin

á gamalsaldri

Eg vil enda við at bera fram eitt ynski um, at viðurskiftini hjá okkara pensjonistum, bæði sjálvar pensjónirnar, heimarøktin og øll onnur viðurskifti, koma í eina trygga legu, soleiðis at brúkararnir kenna seg væl, kenna seg at hava týdning, kenna seg at verða partur av samfelagnum, kenna seg at hava eina ábyrgd.

Viðurskiftu, sum vit politikarar kenna okkum tryggar við ? bæði sum teir, sum sita við ábyrgd og sum teir, sum um ikki so langa tíð verða pensjonistar.


Takk fyri og framhaldandi góðan eldradag

Jóannes Eidesgaard