Eldrapolitikkur
? Sum útlitini eru nú, ber ikki til at tosa um at lækka pensjónsaldurin.
Tað heldur Andreas Petersen, løgtingsmaður fyri javnaðarflokkin.
Á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum í Hvalba hetta vikuskiftið, gav hann sítt boð uppá, hvønn eldrapolitikk, javnaðarflokkurin skuldi føra.
Hann vísir á, at í ørðum londum hava tey lækkað pensjónsaldurin. Í Italia og Fraklandi er hann enntá lækkaður heilt niður í 58-59 ár.
?Men hesi londini hava nú ásannað, at tað var eitt mistak, tí tey hava ikki ráð til at hava so lágan pesnjónsaldur. Tìskil berjast tey nú fyri at hækka hann aftur og tað hevur ført til nógvar trupulleikar, tí tað góðtaka fólk ikki.
Andreas Petersen helt heldur ikki, at vit hava ráð til at lækka pensjónsaldurin.
? Tá ið fólk koma í edtirlønaraldur, skulu vit hava ráð til at geva einum eina ordiliga eftirløn, sum munar. Tað er ongin meining í at hava fínar skipanir á einunm pappíri og ikki hava ráð til meiri enn eina ússaliga eftirløn, tá ið tað kemur til stykkis.
Men tað merkir ikki, at onki skal gerast fyri at broyta umstøðurnar hjá teimum, sum koma til árs.
Hann segði, at sjálvsagt skal tað bera til hjá teimum at fáa fyritíðarpensjón sum mugu gevast at arbeiða fyri pensjónsaldur av heilsuávum.
? Harafturat eiga vit á skipa ein seniorpolitik, har tað skal bera til hjá eldri fólki at arbeiða niðursetta tíð og har tey eisini skulu kunna fáa betri møguleikar fyri ferium ymsar árstíðir.
Hann segði, at endamálið við hesum, er at gera tað lættari at verða á arbeiðsmarknaðinum longri enn vanligan pensíónsaldur hjá teimum sum vilja tað.
? Samstundis mugu hugtøk sum prestiga, starvsaldur o.s.fr., enduskoðast.
Eitt nú helt hann, at vit eiga at hugsa av nýggjum á hesum øki.
? Sum tað er nú, kemur tað av sær sjálvum, at tess eldri eitt fólk er á einum arbeiðsplássi, tess hægri verður tignarstigið og ábyrgdin.
Hann helt, at skipanir eiga at verða gjørdar, so at tað eisini skal bera til at sleppa hinvegin, so at eldri fólk sleppa av við ábyrgd.
? Tað skal eisini bera til hjá eldri starvsfólki at fara hinvegin og at lækka í tignarstigi, tá ið tað er komið til árs, so at ábyrgd verður tikin av herðunum á tí eldri meðarbeiðaranum, heldur enn at tað bara skal leggjast størri og størri ábyrgd á tað, tess eldri tað verður.
Samhaldsfasti skal vera botnurin
Men ein týðandi partur av eldraárinum eru góðar eftirlønarskipanir.
Og eisini á tí borðinum hevur javnaðarflokkurin boð uppá, hvussu vit skulu bera okkum at.
? Vit hava sóknast eftir ein nýggjari eftirlønarskipan og vit hava bjóðað okkum til at vera við í hesi nýskapan, sigur andreas Petersen.
Hann sigur, at javnaðarflokkurin hugsar sær eina skipan, har bæði fólkapensiónin, samhaldsfasti eftirlønargrunnurin og ymsar fakfelagspensiónir eru natúrligir partar.
? Endamálið skal vera ein samhaldsfastur partur, har pengar vera fluttir frá tí múgvandi til tann minni múgvandi, samstundis sum arbeiðsmarknaðurin kann gera pensiónsskipanir fyri sínar limir.
Men á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum varð dentur lagdur á, at tann samhaldsfasti eftirlønargrunnurin skal styrkjast munandi í komandi árum so at hann meiri og meiri verður álitið undir eini komandi eftirlønarskipan. Hetta skal gerast fyri at forða fyri, at tað samhaldsfasta samfelagið fer heilt av lagi og at fólkapensjónin ikki verður annað enn eitt slag av fátækahjálp til tey, sum onki annað hava.
Fleiri frísk eldri
Andreas Petersen heldur lítið um hugtakið eldrabylgjan ella enn verri: Eldrabumban .
?Hetta er niðurgerandi málburður at nýta um okkara eldru og ikki í samsvar við eina samhaldsfasta hugsjón.
Hann sigur, at væl verða vit lutfalsliga eldri í samfelangum, tí livialdurin hækkar støðugt.
? Men vit vera eisini fleiri frísk eldri, sum klára seg og sítt uttan trupuleikar. Harafturat er føðitíttleikin hjá okkum lutfalsliga høgur. Hann er 2,4 børn fyri hvørt húski og sostatt endurnýggja okkum reiðiliga afturímóti summum øðrum londum niðri í Evropa, har hann ikki er so frægt sum eitt barn fyri hvørt húski.
Fyri at eitt land skal endurnýggja seg, skal føðitíttleikin vera 2,2 børn fyri hvørt húski.
Andreas Petersen segði, at harafturat skulu vit eisini hyggja eftir hvussu sterkt samfelagið er vinnuliga og hvørjar møguleikar samfelagið hevur á búskaparøkinum.
? Ein onnur broyting, sum vit síggja longu nú, og sum kemur at gera seg enn meira galdandi er, at okkara samfelag verður meiri og meiri eitt tænastusamfelagi. Tað merkir, at fleiri og fleiri arbeiðspláss vera av tí slagum, har tað snýr seg um at hava eftirlit við framleiðslu, vaktarhald osfr.
? Hetta eru arbeiðspláss, sum tey eldru saktans kunnu hava, segði Andreas Petersen.