Tað almenna setir kílar millum tey á privata marknaðinum!

Tað er umráðandi, at tey dugnaligu innan tað privata sleppa at yvirliva, við teirri grundgeving, at tey eru fakliga dugnalig, og tí at tey megna kappingina! Og ikki tí tey duga so væl at føra lobbyvirksemi.

Tað ljóðar so væl, at tað almenna er komið við einum almennum úbjóðingarpolitikki, sum skal tryggja, at tað almenna fær sum mest fyri pengarnar.
Men er hetta ikki bara á pappírinum!?
Privata initiativið ignorerað í átta ár
Í praksis hevur ABC samgongan – allir tríggir flokkarnir!! ...útmerkað seg við at ignorera tað privata initiativið. Og hava ferð eftir ferð framprovokera mistanka um vinar- og kenningarpolitikk.

Sum dømi valdi samgongan, at headhuntað fyritøkur og privatar at taka sær av at seta gongd á:
umlegging av skattaskipanini hjá Elektron,
Skálafjarðartunnilin,
Psykiatriska depilin
projektering av skúlanum í Hovi,
ítróttarhøllina á Sandi,
Trygdarmiðstøðina,
útbygging av Klaksvíkar sjúkrahúsið,
Skansapakkhúsið osfr osfr

alt íløgur, sum fóru í gongd uttan so mikið sum at mæla til úbjóðing, hóast vit vita at onnur á marknaðinum í flestu førum ynskja at bjóða seg fram, og halda seg enntá verða kappingarfør.

Um tey eru tað, tað vita vit ikki, fyrr enn tey hava roynt seg í einari úbjóðing.
Skuldu hesi tapt ímóti teimum, sum eru headhuntaði, - jamen so er tað í fínasta lagi, - so er tað reelt nokk. So vita kappingarneytarnir, at tey vunnu ikki, tí onnur vóru dugnaligari!

Tað almenna kann vinna pening við útbjóðing
Í flestu førum vinnur tú eisini fleiri millíónir við at bjóða út. Fyritøkur, sum vilja hava arbeiði leggja seg í selarnar til tess at fáa projektið undir sínar veingir. Tey royna fyri tað fyrsta at gera tað so gott og professionelt sum gjørligt og harnæst eisini at verða kappingarfør í prísi, - og tað vil nátúrliga pressa prísin niður!

Fíggjarlógin og eykajáttanir
Vit sita ár eftir ár í fíggjarnevndini og í løgtinginum og royna at fáa nóg nógv av pengum til skúlaverkið, sjúkrahúsverkið, almennaverkið, vegir og brýr osfr Men har stendur altíð á at fáa nóg mikið av pengum. Tað skal sparast her og sparast har. Og tá so ABC flokkarnir í átta ár hava mælt til at taka frá einkjum, niðurraðfesta dagtilboð til eldri fólk, taka frá foreldrum sum fáa samsýning vegna børn, sum eru sjúk ella bera brek osfr osfr, so má man standa ógvuliga spyrjandi, hví tað almenna so heldur seg hava ráð at gera almannar nógv dýrari enn neyðugt.

Privata initiativið
Her ræður um at vísa teimum virkisfýsnu á privata marknaðinum virðing og lata tey kappast á jøvnum føti, í tann tað er møguligt!
Tað má eisini verða gjøgnumskygni, so eingin kann seta spurnartekin við, hví ein fyritøka fær eina uppgávu framum eina aðra.
Slíkur hugburður stimbrar og eggjar teimum privatu at koyra á.
Tað almenna sparir við slíkum politikki í verki fleiri milliónir, og gevur tí almenna tey bestu projekini, og er samstundis við til at virða tað privata initiativið og dugnasemi, sum har er.