Kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri fyritøkuna Fegin, vísir, at almennir stovnar fáa verri skoðsmál enn privatar fyritøkur, tá ið fólk verða spurd um tænastustigið. Minni enn triði hvør, sum er spurdur í kanningini, er nøgdur ella væl nøgdur við tænastuna, sum viðkomandi hevur fingið frá almennum og kommunalum stovnum.
- Tað er munur á tænastuni hjá almennum stovnum. Meðan summir veita góða tænastu og hugsa um brúkaran, hava aðrir stovnar mannagongdir, sum í stóran mun gagna starvsfólkunum heldur enn viðskiftafólkunum. Kanningin gevur ábendingar um, at tað eru ov nógvir almennir og kommunalir stovnar, sum ikki veita eina nøktandi tænastu til borgararnar, sigur Niclas Heri Jákupsson, stjóri í Fegin, sum ráðgevur fyritøkum og stovnum um sølu og tænastu.
- Almennir stovnar eiga at hava ein kjarnutænastu, sum er í lagi. Tað eru nøkur minstukrøv, sum fólk vænta av einum stovni. Tað er til dømis, at telefonin svarar, at tey fáa eina vinarliga móttøku, at tey verða umstilla til rætta persónin, at tað svarar har, og at tey fáa ta hjálp, tey biðja um.
Niclas Heri Jákupsson heldur ikki, at tað er avgerandi fyri skoðsmálið hjá almennu stovnum, at teir í nógvum førum umsita mál, sum borgarin ikki heldur er so hugalig.
- Í stóran mun snýr tað seg ikki um, hvat tú gert, men hvussu tú gert tað. Summir stovnar leggja seg veruliga eftir at veita eina góða og vinarliga tænastu, hóast teirra virkisøki ikki altíð er so hugaligt fyri fólk, meðan aðrir stovnar ikki megna tað, og tá uppliva fólk, at tey fáa eina tænastu, sum ikki er nøktandi ella er vánalig.
- Tað snýr seg um at verða tilvitaður um tænastu og at gera greiðar avtalur á stovninum um grundleggjandi tænastu og mannagongdir, sum gagna viðskiftafólkunum, sigur Niclas Heri Jákupsson.
Fleiri tøl frá kanningini av sølu og tænastu, sum spyr.fo hevur gjørt, verða løgd fram á Ársins søludegi, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum mikudagin.









