Gunnar Nielsen vardi í kvøld málið hjá FH, ið í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini tók móti Vali sum hevur gamla HB-venjarin, Heimir Guðjónsson sum høvuðsvenjara á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum.
Dysturin endaði við javnleiki 2-2. Matthías Vilhjálmsson javnaði fyri FH heilt móti dystarenda.
Sambært Morgunblaðnum hevði Gunnar nakrar góðar bjargingar í góðum støðum hjá Vali.
FH 2 - 2 Valur
1-0 Ólafur Guðmundsson ('20)
1-1 Hólmar Örn Eyjólfsson ('69)
1-2 Arnór Smárason ('83)
2-2 Matthías Vilhjálmsson ('89)
FH hevur fýra stig á sjeynda plássi. Valur er oddalið í deildini við 10 stigum.
Komandi hóskvøld spælir FH móti KA á útivølli á Akranesi.











