Dagarnir eru vorðnir longri og tað er vár, sambært álmanakkanum. Tað várar eisini í urtagørðum kring landið, har trø og plantur byrja so smátt at spíra. Men so kemur kavin sníkjandi enn einaferð og ein skuldi trúð, at kavin tekur lívið av plantunum. Men tað er tvørturímóti gott fyri summar plantur, skrivar Ritzau í dag.
Poul Erik Jensen, professari í plantubiologi á lærda háskúlanum í Keypmannahavn greiðir frá, at planturnar yvirliva kuldan við hjálp frá serstakari vætu, sum kann samanberast við tað, sum tú stoytir á bilin, fyri at kølaravætan ikki skal frysta.
- Planturnar, sum eru frammi nú, klára at yvirliva kuldan. Og kavin er í veruleikanum ikki tað ringasta, tí hann kann verja tær móti strálum frá sólini, sigur hann sambært Ritzau.
Sólin, sum skínur á planturnar, kann vera hørð við vetrar- og várplantur. Stóra hóttanin móti plantunum er tí ikki kavi, men hinvegin frostur. Hetta tí, at ógvusligur kuldi og frost kann steðga biologisku tilgongdini, sum letur orku og føðslu til planturnar.
- Tær yvirliva við hjálp av hesari vætuni, sum ger, at vatni ikki frystur til ís, sigur Poul Erik Jensen og vísir á, at várplantur eru harðførar.
Ritzau










