Tíverri ? ikki bara Verkstaðið Vón

   

Fritleif Henriksen
Leiðari í Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla
????????
Ein frágreiðing um ringu støðuna hjá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla

Stutt kann fíggingin av kvøldskúlunum lýsast soleiðis:
Læraralønirnar verða goldnar soleiðis
KommunanLandið
Vanlig kvøldskúlaundirvísing, sum ber
heitið almenn frítíðarundirvísing og
frítíðarvirksemi fyri børn og ung50 %50 %

Serundirvísing, sum í stóran mun fevnir
um menningartarnað og heilsubrekað0 %100%

Próvtøkulærugreinir, sum bera heitið
royndarfyrireikandi undirvísing0 %100 %


Tíðarskeiðið august ? desember 2004 hava borgarar í Tórshavnar Kommunu hesi ynski-rokna út í krónum- til undirvísingartilboð í Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla:

aug-des 04aug-des 04
Tórshavnar Kommuna/landið átti
Tórsh. kvøld-og Ungdómssk.rinda
tøkur peningur
Vanlig kvølskúlatilboð og
frítíðaravirksemi 700.000 kr700.000 kr

Serundirvísing til
menningartarnað0 kr416.000 kr

Serundirvísing til
heilsubrekað0 kr44.000 kr

Onnur serundirvísing0 kr31.000 kr
Samantalt fyri
aug-des 2004700.00 kr1.191.000 kr

Studningsjáttanin frá landinum aug- des 2004 til
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla er 642.000 kr


Her er sjón fyri søgn, studningurin frá landinum røkkur ikki so frægt sum til vanligu kvøldundirvísingina.
Sum kvøldskúlaleiðari fái eg í besta føri bjarga einum brotparti av tilboðunum
til menningartarnað og heilsubrekað, um eg fái skipað tey sum frítíðarvirksemi.

Hava vit ráð til próvtøkulærugreinir í kvøldskúlanum ? - Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli hevur ikki.
Hava vit ráð til serundirvísing í kvøldskúlanum ? ? Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli hevur ikki.
Hava Føroyar ráð til kvøldskúlaundirvísing ? - Henda spurning eigur Føroya Løgting at seta sær og svara uppá. Er svarið nei, so eigur Føroya Løgting at hava dirvi til at taka av og seta úr gildi Løgtingslóg nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing v.m.