Hósdagin í síðstu viku skrivaði føroyski landsliðsleikarin, Kaj Leo í Bartalsstovu, undir sáttmála við íslendska meistaraliðið, Val. Hann skiftir frá ÍBV á Vestmannaoyggjunum, har hann hevur spælt í tvey ár.
- Valur sendi mær fleiri boð, og tað er ein av høvuðsorsøkunum til, at eg valdi at fara har at spæla. Mær dámar væl hvussu teir spæla, og eg haldi spælið hóskar mær, sigur Kaj Leo í samrøðu við fotbolti.net.
- Eg tosaði við fleiri lið, bæði í Íslandi og uttanlands, men eg eri vísur í, at eg tók røttu avgerðina, leggur hann afturat.
Valur gjørdist íslendskur meistari síðst í september. ÍBV, har Kaj Leo spældi, bleiv nummar fimm.
- Tað er trupult at fara frá ÍBV. Eg nýtti tíðina har, kom at kenna frálíkt fólk og kendi meg heima á Vestmannaoyggjunum. Hinvegin, so helt eg løtan var komin at royna okkurt. Eg eri takksamur fyri tíðina har og ynski teimum alt tað besta, sigur Kaj Leo við fotbolti.net.