Tá Vaglið fekk íblástur frá Trump...

Tá valdið á Vaglinum fór í stríð við fólkaviljan

 

Á vári í 2017 trínur ein amerikanari, Donald Trump, á politiska pallin. Eygleiðarar staðfesta beinanvegin, at hann fer lætt um veruleikan. Pressuráðgevin Kellyanne Conway kallar tað “alternativur veruleiki”.

Amerikanskir siðir gera eisini innrás her í oyggjunum. Eitt nú Black Friday og halloween. Og hugtakið “alternativur veruleiki” tykist geva Vaglinum íblástur.

Samstundis sum Trump finnur sær fótafesti sum forseti, skal ein borgarstjóri og ein vara- fáa tak á býráðspolitikki. Báðar hava roynst væl í landspolitkki. Men á Vaglinum skulu tær eisini takla keðiligar trupulleikar hjá borgarunum.

Vilja verja virðini

Í hesi biltingartíð við Trump í Hvítu húsunum og Anniku í Gróthúsinum tekur ein Áhugabólkur seg upp við Kaldbaksfjørð. Hann kann hvørki sammetast við Bad Boys ella Ku Klux Klan. Ein bólkur við friðarligum bygdafólki. Ikki víðgongdur. Heldur ikki militantur.

Hann vil bara saman við bygdafólkinum verja náttúruna, nøkur virði og rættin hjá fólkinum við henda fjørðin. Fjørðin, Havnin fekk í eini samanlegging fyri 45 árum síðani. Ásetingar eru um hoyring og tilmæli í samanleggingaravtaluni. Men kopiið er bliknað. Ólesiligt hjá valdinum í Gróthúsinum. Vaglið skaltar og valtar við hesum stóra virði. Ger stórt inntriv í náttúruna sjálvan flaggdagin.

Hoyringsskriv verða ikki hoyrd. Mótmæli rína ikki við. Nógv góð várkvøld fara til ráðlegging og skriving. Eplini bara spíra. Koma ikki undir flag. Fólk eru ørkymlað. Men loksins sleppur Áhugabólkurin við góðum millumgongumanni at leggja síni sjónarmið fram í sjálvari Ingálvshøll fyrst í juni.

Málningarnir hjá okkara fremsta listarmanni taka ímóti. Summir ljósir. Aðrir gráir. Summir lýsa eina hugnaliga Havn. Men lagið er ikki so hugnaligt og fjálgt sum dámurin á listarverkum Ingálvs.

Tvær bátsmanningar við politkkarum og embætisfólkum sessast. Eingin sigur nakað. Onki smíl. Hetta er ein álvarsløta. Gestirnir skulu bara tigast.

##med2##

Sum at sletta vatn á gás

Umboð fyri Kaldbaksfjørð greiða frá sínum sjónarmiðunum. Ein powerpoint framløga er gjørd við fotomyndum. Tær vísa ta náttúru, sum valdið í Gróthúsinum skal týna. Myndir vísa rættindi hjá kaldbaksfólki, sum miðvaldið leggur sektin á.

Myndir vísa eisini Sund og Oyrareingir. “Skommin á Sundi og í Kollafirði skal ikki endurteka seg. Vit hava ikki ráð at oyðsla við sjóvarstrond” ljóðar sum bergmál í huganum. (Marin Katrina um Skansabryggjuna).

Áhugabólkurin biður siðiliga býráðið brúka grótið til at breiðka vegin úr Botninum til Kaldbaks, at gera bátahyl, ella eitt vinnuøki innan fyri Sund, har fjøran kortini var farin. Men, tað er sum at sletta vatn á gás.

Eitt umboð fyri Kaldbak leggur næstsíðsta kortið á borðið. Grótið úr Skálafjarðartunnlinum kann nýtast sum ífylla í Skansabryggjuni. Áhugabólkurin hevði fingið at vita frá arbeiðsformonnum í havnagerð, at tað var nýtiligt sum ífylla.

Kann ikki brúkast, svaraði havnarmeistarin. Har var einki at raffla um. Grótið skuldi leggjast á Sundi móti fólkaviljanum.

”Alternativi veruleikin” avdúkaður á Velbastað

Vit loypa fram til 20. mars 2018. Fundur er á Velbastað um grótið úr Sandoyartunnlinum. Stein Olvur Petersen greiðir frá uppskoti hjá J&K Petersen um at brúka grótið til eitt stórt vinnuøki við Gomlurætt fyri 28 mill.kr.

Ein miðlamaður er skjótur: -Merkir tað so, at grótið úr Skálafjarðartunnlinum hevði kunnað brúkst til havnabyggingina í Havn?

Stein Olvur játtar. Samstundis fær hann, sambært sjónarváttum, ein alboga í síðuna. “Spíska” albogan eigur ein ljóshærd kvinna. Stjórin í J& K hevur avdúkað eina “alternativan veruleika”.

Grót fyri discountprís

Vit fara aftur til fundin fyrst juni í 2017. Tá havnarmeistarin vísir aftur, at tunnilsgrótið kann fara til Skansabryggjuna, er bara ein leikur eftir. Eitt umboð fyri Áhugabólkin leggur seinasta kortið á borðið. Kommunurnar við Skálafjørð vilja framvegis hava tunnilsgrótið. Tað vita vit innaneftir.

Borgarstjórin sigur seg ikki kenna henda táttin í málinum... Ístaðin greiðir havnarmeistarin frá. Grótið hevur verið dýrt, men nú fæst tað fyri - latum okkum siga discountprís - og tí veður tað keypt.

Áhugabólkurin hevur verið siðiligur. Men móti fundarloki hitna fólk. Nøkur hvasslig orð flúgva í Ingálvshøll. Og varaborgarstjórin fær nakrar útmeldingar úr Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag sendandi eftir borðinum.

Nakrar vikur seinri eru Oyggjaleikir. Í somu viku ger borgarstjórin í Runavíkar kommunu ilt av sær í miðli. Súpannakíkarnir - havnarmenn - eru farnir við gótinum, sum kommunur við Skálafjørðin hava ætlað sær.

Útvarpið ringir til borgarstjóran í Havn á Oyggjaleikunum. Nei, ein heldur argur borgarstjórin veit einki um, at kommunur við Skálafjørðin vilja hava grótið. Ein “alternativur veruleiki” ella...

80 fólk eyðmýkd á byráðsfund

Í grótroki við fundum og greinum leggur minnilutin í býráðnum eitt uppskot fyri býráðsfund at steðga ætlanini eystan Sundsá og beinanvegin gera eina heildarætlan fyri Sund. Ein heildarætlan, sum hann átti at havt gjørt fyri mongum árum síðani.

Málið er á dagsskrá fyri á býráðsfund tann 20. juni. Fólk við Kaldbaksfjørð møta manssterk. Tey 80 fólkini sleppa so dánt inn.

Sundsmálið er fyrst á dagsskrá. Ein greið strategi er løgd. Løgfrøðingar og serkøn í fyrisiting hava lagt høvdini á blot.

Valdið í Gróthúsinum hevur fingið ein tann fremsta advokatin at skriva eitt notat. Milliónupphæddin, sum kommunan fær sum endurgjaldskrav, um hon ikki tekur við grótinum, er stór. Advokaturin hevur ikki spart um orðini, sum varaborgarstjórin lesur við fastleika.

Orðaskifti er einvegis. Strategiin er, at meirilutin skal ikki klúgva í tvey. Tey eru steinrunnin. Hava onga áskoðan um náttúruoyðingina, uppskotið ella nærdemokratiið. Eyguni leita allar aðrar vegir enn á kaldbaksfólk. Pínligt.

Somuleiðis er strategiin, at tá einvegis orðaskifti hevur vart eina løtu, skal borgarstjórin leggja fram uppskot um at steðga orðaskiftinum. Tá Løgtingið tekur støðu í einum máli við fleiri tilmælum, verður fyrst atkvøtt um tey mest víðgongdu broytingaruppskotini. Løgfrøðiliga ráðleggingin er ikki í iva. Uppskotið at steðga orðaskiftinum er meira viðgongt enn uppskotið at steðga grótfyllingini. Væl pallsettur leikur.

Tá uppskotið hjá tí tigandi meirilutanum verður samtykt, dettur uppskotið hjá minnilutaum burtur. Eingin atkvøðugreiðsla um at steðga grótfyllingini, náttúruoyðingin, og gera eina heildarætlan. Hjá kaldbaksfólki er einki annað at gera enn at fara út í lýggja summarkvøldið.

At síggja andlitsbrøgdini - kenslurnar - á hesum friðaliga fólki, sum bara vildi verja nøkur virði, sum tey vóru góð við, eru sum meitlað í minnið.

Áskoðanin hjá fólkinum í bygdunum við Kaldbaksfjørð varð vanvird.

 

Í Niðaru Soylugørðum 3. november 2020

Jóhann Mortensen