Tættar uppgerðir í væntu

Hjá monnunum eru tvey verulig brak á skránni, og hjá kvinnum verður spennandi at síggja, um StÍF hevur orku til at blanda seg í oddastríðið

Hondbóltur

Fult umfar er í teimum báðum fremstu hondbóltsdeildunum um vikuskiftið, og á pappírinum er líkt til, at fleiri sera áhugaverdar uppgerðir eru á skránni.
Hjá kvinnum tykist StÍF hava bygt sær eitt lið, sum við nýkomna útlendska styrkinum so smátt er til reiðar at taka upp kappingina við Tjaldur og Stjørnuna, og í so máta verður talan um veruliga styrkisroynd, tá StÍF vitjar í Klaksvík sunnudagin.
Hjá monnunum tykjast tey fimm ovastu at vera sera jøvn í styrki, og tí er talan mest sum hvørt vikuskifti um tvey brak.
Hesa ferð er annað av teimum longu leygardagin, tá VÍF – sum seinast vant burtur úr StÍF – vitjar hjá Neistanum, sum móti Kyndli legði rygg til sítt fyrsta tap hetta kappingarárið.
Sunnudagin tekur H71 móti Kyndli. Bæði liðini tóktust halta eitt sindur við kappingarbyrjan, men hoyvíkingar komu ígongd við sigrinum móti KÍF í gjár, og seinastu tveir dystirnar hevur Kyndil veruliga imponerað.