Táttar í tveir kilometrar av undirsjóvartunlinum

Boraðu 93 metrar síðstu viku

 

Arbeiðið við Eysturoyartunlinum gongur støðugt fram á og nú nærkast samlaða boraða longdin at vera tveir kilometrar. Enn er nakað eftir, áðrenn nátt verður fram til rundkoyringina úr Strondum. Arbeiðið at spreingja er tó nakað darvað av at smærri lekar eru javnan at tætta.

 

Í farnu viku vórðu sprongdir 51 metrar á Hvítanesi og 42 metrar á Strondum. Í alt er hetta 93 metrar. Smærri lekar eru eisini tettir. 


Á Hvítanesi eru nú boraðir 810 metrar og á Strondum 1.068 metrar. Samanlagt gevur tað 1.878 metrar. 

Í viku 37 vóru sprongdir 42 metrar á Hvítanesi og 33 metrar á Strondum. Í alt er hetta 75 metrar. Arbeiði seinastu viku gekk væl, hóast onkur smærri leki var at tetta var á Strondum.

 

Á Strondum eru nú 557 metrar eftir at spreingja til rundkoyringina.