Meðan ómannað amerikonsk njósnaraflogfør og fylgisveinar halda eygað við øllum, sum fyriferst í fjøllunum á markinum ímillum Pakistan og Afghanistan, skulu lokalir krígsmenn kanna holur og annars øll støð, ið kunnu hugsast at fjala leiðaran í al-Qaeda, Osama bin Laden, og næstu menn hansara.
Pakistan hevur sent einar 70.000 hermenn til fjallalendið har vesturi í landinum, har teir skulu leita eftir limum í Taliban og al-Qaeda. Amerikanskir hermenn eru eisini har, og tann serliga 121. herdeildin, sum fann Saddam Hussein, skal nú eisini sendast til Pakistan at leita eftir bin Laden.
Um vikuskiftið hittust eini 500 umboð fyri ymsar ættarbólkar har vesturi í Pakistan. Evnið á fundinum var ein áheitan um at hjálpa amerikanarum og pakistanum at finna leiðaran í al-Qaeda og hansara næstu menn, og menn samdust um at manna ein her við 1.200 monnum, sum skulu niðan í fjøllini at leita. Teir Taliban- ella al-Qaeda-limir, sum verða funnir, skulu latast myndugleikunum.
Síðani bretsku hjálandatíðina hava ættarbólkarnir har vesturi í Pakistan havt eitt ávíst sjálvsstýri og egna lóggávu. Vanliga hava teir fingið frið fyri teimum pakistonsku myndugleikunum, og teir hava ferð eftir ferð sett seg upp ímóti pakistanska herinum, Men nú Pakistan hevur sent 70.000 hermenn til økið, hava ættarbólkarnir einki í at velja enn at stuðla herinum, skrivar Reuters. Vón teirra er so, at hermenninir verða tiknir aftur, tá bin Laden og hansara menn eru funnir. Hetta er ikki fyrstu ferð, at teir lokalu ættarbólkarnir hava lovað at hjálpa pakistanum og amerikanarum, men hesaferð er tað álvara.
Nær við
Amerikanskar keldur vilja vera við, at pakistanskir hermenn mundu fingið fatur á bin Laden fyri trimum vikum síðani, men at hann slapp undan teimum. Fregnartænastukeldur í USA hava eisini sagt, at eitt ómannað amerikanskt njósnaraflogfar skal hava tikið myndir av einum manni, og at tað helst var varaleiðarin í al-Qaeda, egyptin Ayman al-Zawahiri, sum eisini gongur undir heitinum Deyðans lækni.
Bretska blaðið Sunday Telegraph skrivar, at sonur al-Zawahiri, Khalid, varð tikin saman við tjúgu øðrum monnum í útsynningspartinum av Pakistan fyri hálvari aðru viku síðani, og at hann skal hava givið amerikanarum týðandi upplýsingar.
Aðrar amerikanskar og pakistanskar keldur vilja vera við, at Osama bin Laden og menn hansara eru als ikki í fjøllunum longur. Teir eru farnir haðani og kunnu kenna seg tryggar nú, siga hesar keldurnar sambært Sunday Telegraph.