Tætta smærri lekar í tunlinum

Tað gongur ikki so skjótt at spreingja undirsjóvartunnilin í løtuni

Arbeiðið við at bora Eysturoyartunnilin hevur gingið eitt sindur seinni enn vanligt seinastu vikuna. Orsøkin er, at neyðugt hevur verið at tætta fleiri smærri lekar í tunlinum.

 

Tilsamans hevur NCC sprongt 90 metrar seinastu vikuna, so nú eru sprongdir 7.114 metrar av teimum tilsamans 11.250 metrunum í tunlinum.

 

Tað er serliga á Hvítanesi, at spreingiarbeiðið er komið stytst í mun til aðrar vikur. Har eru 41 metrar sprongdir, sum er nakað minni enn vanligt. Til samanberingar kann nevnast, at í seinastu viku vóru 74 metrar sprongdir og báðar undanfarnu vikurnar ávikavist 74 og 80 metrar.

 

Frá rundkoyringini móti Hvítanesi eru 30 metrar sprongdir. Tað er eisini eitt vet minni enn undanfarnu vikurnar, tá 41 og 44 metrar eru sprongdir. Tað er tó nøkunlunda sum vanligt, um hugt verður longur aftur í tíð.

 

Frá rundkoyringini móti Rókini er eisini sprong styttri enn undanfarnu vikurnar. Seinastu vikuna eru 19 metrar sprongdir í mun til 28 og 27 metrar vikurnar undan tí. Vanliga hevur toymið sprongt millum 25 og 35 metrar um vikuna á hesum strekkinum.

 

Frá rundkoyringini móti Rókini eru teir byrjaðir at nærkast sjóvarmálanum. Rundkoyringin sjálv liggur á 72 metra dýpi, men nú eru teir á 48,7 metra dýpi. Teir eru tó komnir undir land og spreingja nú undir Toftum.

 

Frá rundkoyringini og móti Hvítanesi bora teir tó niðureftir. Har eru teir nú komnir niður á 107 metra dýpi, meðan toymið, sum arbeiðir frá Hvítanesi, er niðri á 150 metra dýpi.