Tætt of ferðmikið og ikki altíð so sannførandi

Fótbóltur: Málmøguleikarnir vóru ikki nógvir, og nógva ferðin hevði við sær, at tað ofta var torført at fáa flótandi samanspæl í lag

1. deild menn:

KÍ-GÍ 0-0 (0-0)


Klaksvíkingar vóru vónbrotnir, tá teir fóru av heimavøllinum sunnudagin. Málið var at vinna, men sum so mangan áður tey seinnu árini á heimavølli móti GÍ, so var tað torført og trupult. Sjálvt um tað ikki kann brúkast til so nógv í FM kappingini, so vóru gøtumenn ikki illa nøgdir við eina stigið, sum teir høvdu við um fjørðin aftur, og tað er væl skiljandi, tí sum seinna umfarið leið, so legði GÍ mest í verjupartin og dúvaði uppá møguleikan fyri snarálopum.

Klaksvíkingar tóktust vera eina lítla tonn betri fyri, og serliga í 2. hálvleiki megnaðu teir ofta at koma ígjøgnum serliga í vinstra borði, har John Ryan, sum ikki tóktist vera heilt komin fyri seg eftir lærskaðan, var ein brandur og legði fleiri vandamiklar bóltar innfyri, og har Heðin á Lakjuni megnaði at renna mótstøðumenninar av, men kanska hevði eitt sindur meiri ilt við at leggja bóltarnar nóg neyvar.

Onkra ferðina snaraði vongspælarin í vinstru mótstøðumenninar av sær, og fram móti endanum hevði Heðin á Lakjuni eitt vandamikið langskot, sum Sunvard Joensen, ið var stinnur í GÍ málinum, bjargaði væl, men fyri KÍ hevði tað verið uppaftur meiri vandamikið, um Heðin á Lakjuni við tak á bóltinum onkra ferðina hevði stevnt í brotsteigin og bjóða av mann móti manni og harvið økt um møguleikarnar fyri at fáa brotsspark.

Rúni Justinussen, vongverjin hjá GÍ í høgru, bjóðaði so at siga ikki til at fara við í GÍ álopini í 2. hálvleiki, og sum tað leið út fækkaðust ferðirnar, at gøtumenn vóru frammi. Tað var um reppið, at teir fingu mál, tá teir í 53. minutti løgdu fyrsta hornasparkið í seinna umfarinum innfyri, og fram móti dystarenda heilfluktaði Magni Jarnskor í vinstru eftir diagonalbólt langt upp um málið.

Liðformaðurin hjá GÍ, ið sum vanligt arbeiddi nógv saman við Sámali Joensen, hevði stutt undan steðginum eftir uppspæl í høgru besta møguleikan hjá GÍ, men royndin fór fýra metrar við síðuna av málinum hjá Stephen Boyle, ið var tryggur í KÍ málinum.


Ikki altíð neyvir

Tolnum miðvallarspæli var lítið av. Serliga í 1. hálvleiki var ferðin øgilig, og hjá báðum liðum ráddi um sum skjótast at varpa bóltin fram til teir fremstu. Hetta varð ofta gjørt við longum sendingum, og tað hevði við sær, at sambandið millum keturnar var ov lítið, og harvið hevði bólthaldarin ofta ov fáar møguleikar at spæla víðari. Hetta hevði við sær, at nógvir bóltar vórðu mistir í staðin fyri at álopini endaðu við royndum móti málunum, og tað saman við høgu ferðini og síðuvindinum, sum í løtum var ikki so lítil, gjørdi, at spælið ikki altíð var so neyvt.

GÍ venjarin lat vongverjarnar, Rúna Justinussen og Súna Olsen, ansa ávikavíst Heðini á Lakjuni og Arnold Joensen, og so var tað uppgávan hjá Poul Ennigarð at taka sær av Rógva Jacobsen. Hetta var sera skilagott.

Í 1. hálvleiki vóru ikki nógvir møguleikar. KÍ hevði fyrstu løtuna størri trýst, og fleiri ferðir var tað nær við og næstan, men tað eydnaðist ongatíð at fáa nakra vandamikla roynd burturúr tvørbóltunum, og so javnaði dystargongdin seg meiri.

Dysturin var lættur at døma, og dómarin kom væl frá tí, men tíðliga í 1. hálvleiki gjørdi hann ein stóran brølara, sum tíbetur fyri hann sjálvan ikki hevði nakrar avleiðingar. Bólturin var mitt á KÍ hálvuni, tá dómarin bríkslaði fyri frísparki, og armurin vísti, at tað var til klaksvíkingar, hóast tað var eyðsýnt í tí, sum var farið fram, at tað var GÍ, sum átti frísparkið. Hetta gjørdu gøtumenn dómaran varugan við, og tá onkrir KÍarar vóru farnir longri fram á vøllin, broytti dómarin, sum rímuligt er, frísparksdómin. Men í sovornum førum eigur dómarin sjálvandi at syrgja fyri, at tað verður bíðað við sparkinum, inntil hann er vísur í, at ongar avleiðingar kunnu standast av hansara mistaki.


Kom, sá og

sigraði ikki

Í 2. hálvleiki legði heimaliðið fyri sum eitt ódnarveður, og tá fímm minuttir vóru farnir, høvdu teir havt trý hornaspørk úr vinstru, sum vóru sera vandamikil.

Bartal Eliasen hevði uppgávuna hjá GÍ at taka sær av Jan Allani Müller, og tað megnaði hann væl. Ofta líktist KÍ uppspælið ov nógv tí, sum teir hava havt, tá Kurt Møkøre var fremstur, men serliga í 2. hálvleiki, tá Arnold Joensen eina løtu fór inn um og Jan Allan eitt sindur út í høgru, lá betri fyri, og nýkomni maðurin sendi við høvdinum uppá tvørs og bjóðaði seg til í eitt tvey samanspæli. Jan Allan hevði kortini onga roynd móti málinum, og hann varð skrásettur fyri eitt gult kort, tá hann royndi at sláa eitt ov høgt innlegg úr vinstru í málið, og harvið bar ikki til at brúka yvirskirftina um, at hann kom, sá og sigraði!

Harley Bertholdsen fekk besta møguleikan hjá KÍ, tá uppspæl í høgru endaði við innleggi, síðuspælarin í høgru gjørdist leysur eitt sindur til høgru og tíggju metrar úr málinum, men Sunvard Joensen bjargaði, og sjálvt um Marek og Pazek, sum saman við Jan Andreasen hildu Sasha og Henningi Jarnskor í sera stuttum tjórði, vóru dúgligir at fara framvið, meðan nýggi liðformaðurin hjá KÍ, Jan Joensen, syrgdi fyri at tetta í verjupartinum, so eydnaðist tað ikki at spæla seg til upplagdar møguleikar, og harvið fóru klaksvíkingar út í stóru verð við einari nógv tódnari leiðslu í toppinum.



KÍ: Stephen Boyle ? Andrzey Pacek, Jan Andreasen, Marek Wierzbicki ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Rógvi Jacobsen, John Ryan ? Arnold Joensen, Jan Allan Müller, Heðin á Lakjuni

GÍ: Sunvard Joensen ? Rúni Justinussen, Jóan Petur Olsen, Bartal Eliasen, Súni Olsen ? Sámal Joensen, Poul Ennigarð, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor ? Alexander Radosavlovic, Henning Jarnskor