Títlingur aftur nógv fremstur

Barnaróður gentur: Fípan Fagra vann sera spennandi kapping um næstfremsta plássið

Óføru genturnar hjá Havnar Róðrarfelag í barnaróðrinum vunnu aftur í dag. Kappróður er á vestanstevnu í Miðvági, har líkindini at rógva ikki eru so galin innanfyri grótkastið, hóast talan er um eitt fitt lot og avfall.

Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag hevur átt bestu manningina í barnaróðrinum hjá gentum higartil í ár, og soleiðis var tað eisini í dag, tá ið tað var finaluróður, eftir at tað innleiðandi varð kappast í tveimum riðlum.

Fimm teir fremstu úr báðum riðlunum kappaðust í finaluróðrinum.

Títlingur átti bestu tíðina av øllum í innleiðandi róðrunum, og Títlingur var væl fremstur í finaluni.

Tað var væl meiri enn ein bátslongd frá Títlingi og aftur til næstu bátarnar.

Kappingin um næstfremsta plássið var spennandi. Fípan Fagra úr Klaksvík, sum higartil í ár hevur verið næstbesti báturin, var nummar tvey. Tað var í harðari kapping við Firild var Tvøroyri og Sævarmoy úr Klaksvík.

 

1Títlingur02:49.45
2Fípan Fagra02:53.21
3Firildur02:53.47
4Sævarmoy02:53.49
5Havfrúgvin02:55.40
6Sílið02:56.15
7Dúgvan02:56.22
8Ørnin02:57.11
9Ingibjørg03:02.16
10Ternan03:02.22