Súsanna O. Skaale
-----
Bleiv eitt sindur kløkk tá eg sá eitt lesarabræv um meg frá mínum gamla starvsfelaga, Kári Leivssyni, í Sosialinum fríggjakvøldið.
Kári spyr háandi um eg ”livi í eini aðrari øld, har asylum-burturgoymsla, mystikkur og ræðsla fyri tí sálarliga ráddi, og har tað at søkja sær hjálp fyri tí, var »skomm«”.
Orsøkin er ein sjónvarpssending um psykiatriska depilin við heitnum: ”Eg vil ikki krógva tað”, har eg m.a. segði, at ”tað kanska er ein skepsis um hetta við at ganga til psykolog, at tað kanska er nakað av eini pseudo vísind og ikki er hard core rocket science som læknavísindin er”.
Hetta er brot úr eini samrøðu um sálafrøði í Føroyum, sum vardi í eini 30 minuttir.
Tað sum eg sipaði til var, at samfelagsliga - serliga á politiskum stigi – verður sálarfrøðilig viðgerð ikki raðfest so høgt, sum hon skuldi verið.
Ein orsøk til hetta kann vera tann sannroynd, at sálarfrøðilig viðgerð ikki er eins løtt at evidensbaserað sum eitt nú medisinsk viðgerð. Tað er lættari at ávísa konkret úrslit av medisinskari viðgerð – men tað er heldur truplari, tá tað snýr seg um psykoterapi. Og hetta kann skapa ta ”skepsis”, sum eg nevndi í sendingini.
Tá játtanir skulu gevast, vil tann, sum tekur avgerðina, sjálvsagt vita, hvat fæst fyri pengarnar. Og tað er altso ikki eins einfalt at siga, tá tað snýr seg um psykologiska viðgerð, sum tá tað snýr seg um medisinska viðgerð.
Vit kunnu kanska samanbera tað við, at tað er lætt at siga hvat kemur burturúr pengunum, sum verða játtaðir til ein veg. Tað er truplari at siga, hvat kemur burturúr pengunum, sum verða játtaðir til mentan. – Og tað er kanska ein av forkláringunum uppá, at føroysk mentan er so lágt raðfest.
Men hóast mentan ikki er so ítøkilig sum asfalt, so er hon neyðug. Hóast ein sálarfrøðilig viðgerð ikki er so ítøkilig sum ein skurðviðgerð, so er hon eisini neyðug.
Vit sálarfrøðingar eiga - eins og fólk innan mentarlívið – at fáa myndugleikarnar at skilja hetta.
Tað gera vit við upplýsing, og tað er ein orsøk til, at vit eru fleiri sum hava lagt nógva orku í at upplýsa um sálarfrøði í Føroyum.
Í aðrari øld...
Kári Leivson endurgevur meg ikki rætt tá hann sigur meg hava sagt, at ”fólk hava skepsis at ganga til psykolog”. Tað, eg segði, snúði seg als ikki um hvat meinigi maðurin og kvinnan halda um psykologiska viðgerð.
Men Kári Leivsson fer longur enn so. Við støði í teimum orðum, sum hann sjálvur hevur lagt mær í munnin, spyr hann, um eg livi í einari aðrari øld.
Kári Leivsson roynir við hesum at geva fólki eina hugsan um meg, sum als ikki byggir á veruleikan. Tað, eg geri og sigi, gevur honum einki grundarlag fyri at skriva soleiðis um meg.
Kári yrkir sjálvur um ”tá ting taka týdning sum ei eru til”. Tað, sum Kári er so óður um, at hann fer í bløðini við tí, er ikki til. Tað finst onga aðrastaðni enn í hansara egna høvdi.