Túsundtals russar ætla at mótmæla Putin

Andstøðan í Russlandi hevur boðað til mótmælisgongur í Moskva og 14 øðrum býum í morgin, har fólk fara at vísa sína misnøgd við úrslitið av tjóðartingsvalinum. Almenna valnevndin sigur, at flokkurin hjá Vladimir Putin, forsætisráðharra vann valið, men andstøðan leggur myndugleikarnar undir valsvik og krevur umval.

Fyrireikararnir vænta, at umleið 30.000 fólk fara at mótmæla í Moskva. Men okkurt bendir á, at myndugleikarnir hava fyrireikað seg. Fyrradagin flugu tyrlur hjá herinum uppi yvir Moskva, og trygdarhermenn tóku mótmælisfólk. Sambært andstøðuni eru meiri enn 1.600 fólk tikin í Moskva og Sankta Pætursborg.

Russiska andstøðan fær stuðul frá tí seinasta sovjetska forsetanum, Mikhail Gorbatjov, sum hevur mælt myndugleikunum til at ógilda valúrslitið og at skipa fyri umvali.