Svangaskarð: Í allarfagrasta veðri stevndi fólk úr øllum landinum saman á Svangaskarði, har størsta sunnudagsskúlatiltakið, ið nakrantíð er hildið í Føroyum, var. Í blaðnum í morgin fara vit at hava myndafrásøgn frá tiltakinum.
Tiltakið, sum var tvørkirkjuligt tiltak í samband við túsundárahaldið, varð sligið stórt upp. Ov stórt kanska, tí hóast tað var bæði gott og gangligt, var ov nógv av tí praktiska, sum ikki riggaði nóg væl.
Talan var ikki um sunnudagsskúla sum so. Heldur um framførslur og í ávísum førum undirhald, har kristni boðskapurin á øðrvísi hátt, enn fleiri eru von við, varð boðaður. Tú hoyrdi meira enn so fólk, sum hildu, at amerikanskt »rapp« og norskt »palyback« var so sum so egnað í slíkum høpi. Nógv av teimum tiltøkunum, sum vóru, eydnaðust bara heilt væl, hóast okkurt líkasum datt burtur í millum, av millum øðrum tekniskum trupulleikum.
Sjálvsetanin var bæði góð og hugnalig. Men sum leið út, varð skjótt, at tað líkasum fór at halta eitt sindur. Í fyrsta lagi varð byrjað ov seint, og í øðrum lagi var tað ikki heilt heppið, at tiltakið varð býtt sundur á báðar vallirnar á Svangaskarði. Tað býtti fólk sundur og gjørdi heilt greitt, at tey, sum vórðu sett at verða eftir á grasvøllinum, stóðu eftir og sungu at kalla bara fyri sær sjálvum.
Ivaleyst vardi tiltakið ov leingi eisini. Fýra tímar er long tí hjá ótolnum børnum, og tað skal rættiliga nógv til at halda so nógvum børnum, sum hendan dagin vóru samlað, føstum. Og tað var eisini skjótt, at lagt varð til merkis, at børnini fóru at ferðast.
Okkurt undirhald skuldi vera á graslíkisvøllinum. Eitt nú hoppiborgir, sum lýst var við. Har vildu tey sleppa í, og summi sluppu. Men best sum var, og bíðirøðin var heilt long, varð boðað frá í hátalaranum, at nú var liðugt. Væl var skiljandi, at børn, sum høvdu staðið í bíðirøð út móti hálvum tíma, vóru sera vónsvikin.
Føroyinginum líkt komu fólk ikki til tíðina. Hálvan tíma eftir, at tiltakið skuldi verið byrjað, gekk framvegis nógv fólk niðan brekkuna av havnarlagnum á Toftum, har tey flestu, sum komu við privatbilum parkeraðu. Bussar og onkrir bilar, sum tíðliga vóru komnir, sluppu niðan á sjálvt økið.
Men ikki bilti kortini hjá teimum, sum ov sein vóru. Tí eitt annað, sum mangan sermerkir føroysk tiltøk, er, at teknikkurin er ikki í lagi, tá hann skal brúkast. Í hesum førinum var grundgevingin, at bilurin, sum skuldi flyta hátalarar og tílíkt á Svangaskarð, var uppsteðgaður. So tiltakið varð umleið ein tíma seinkað, áðrenn byrjað varð.
Sera óheppið er, at slíkt skal henda. Har sótu 4.300 fólk, varð sagt frá, og bíðaðu, tí eitt slíkt býtt óhapp hendi. Her áttu fyrireikararnir at havt syrgt fyri, at slík útgerð var komin í so mikið góðari tíð, at um ikki annað byrjast kundi stundisliga.
Tí tað gekk út yvir hin endan aftur. Tiltakið var jú landsumfatandi, og fólk skuldu við fleiri ferjum. Strandferðslan hevur sína ferðaætlan, og longu mitt í tiltakinum varð rópt í hátalararnar, at nú fóru klaksvíksbussarnir avstað. Onnur skuldu í Sandoynna, vestur í Vágar og til Suðuroyar.
Hugskotið til tiltakið var frálíkt. Og hetta eigur avgjørt at verða roynt aftur. Tó er eigur tað at verða gjørt minni umfatandi.
Tí hóast farið varð við stórum vónum, var ikki sørt, at tað var við eini kenslu av, at upplivilsið líkasum ikki rakk til vónirnar, at farið varð heimaftur.