TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Spurin", har Petur Zachariassen, stjóri á Rás2 vitjaði Norðurlandahúsið seinnapartin farna hósdag.
Í sendingini verður prátað við Sunnivu Bæk, samskipara. Prátað verður eisini við ljósmannin, Jón Ivar Venned, og við stjóran Síf Gunnarsdóttir. Í sendingini hoyra vit eisini eitt prát, sum praktikanturin, Anja Magnussen gjørdi við sangkvinnuna, Konni Kass.
Í komandi sending, hósdagin klokkan 14 verður "Spurin" sendur beinleiðis frá Idé-møblum í Havn, har Petur Zachariassen fer at práta við ymisk fólk, sum starvast hjá Idé-møblum.