Magnus Gunnarsson
Byrjaði í 1963
Alt byrjaði við, at Hans G. Lehmann í 1963 var og vitjaði foreldur síni í Wolfsburg. Har fekk hann eyga á ein bil, hann ikki hevði sæð áður. Hann tók myndir av bilinum og seldi tær til vikublaðið Stern. Tað vísti seg, at bilurin var ein VW type 97, sum eftir ætlan skuldi avloysa VW Bobluna. Hendan ætlanin hjá VW varð tó av ongum, men hetta varð byrjanin til yrkisleiðina hjá Hans G. Lehmann, ið bleiv heimsins mest kendi spiónmyndatakari.
Altíð á staðnum
Áðrenn nýggir bilar koma alment fram, verða teir loyniliga royndarkoyrdir ymsastaðni í heiminum, fyri at vita um alt nú riggar sum tað skal undir teimum ymisku umstøðunum, ein bilur kann koma út fyri, heilt frá einum 40 hitastigum niður til 40 kuldastig. Bilarnir verða deilvís tildekkaðir, so ongin skal vita, hvat slag teir eru. Hans G. Lehmann hevur bæði eygu og oyru opin alla tíðina, fyri at vita hvat rørir seg á teimum ymsu bilverksmiðjunum. Sjálvt um alt verður hildið loyniligt, er Hans G. Lehmann á staðnum, tó uttan at nakar veit tað, fyri at avdúka eitt nýtt bilmerki við myndum og tí hann annars veit um bilin. Um tað so er í polarøkinum ella í einari oyðimørk, ella bilarnir koyra kamoufleraðir í einum býi einastaðni á knøttinum. Myndirnar verða síðan seldar til bilbløð, hann hevur avtalu við í fleiri londum. Í Danmark hevur FDM limablaðið, Motor, fyrsta rætt til myndirnar.
Ikki uttan trupulleikar
Hóast hetta tykist at vera eitt spennandi arbeiði, er tað ikki altíð ein dansur á rósum. Fleiri ferðir hevur Hans G. Lehmann verið avdúkaður og komin út í stórar trupulleikar. Hann hevur sitið í fangahúsi í Algeria og Fraklandi fyri njósning, eisini hevur verið steinað eftir honum, og bilur hansara noyddur útav koyrivegnum. Politiið hevur eisini gjørt húsarannsóknir í heimi hansara og ákært hann fyri ídnaðarnjósning.
VW til Grønlands
Tað er næstan ómøguligt hjá bilverksmiðjunum at halda nakað loyniligt fyri spiónmyndatakarum, bæði hvat viðvíkur myndum og øðrum upplýsingum. VW hevur tikið avgerð um at flyta sínar kuldatestir til Grønlands, har flogfør við testbilunum lenda og fara á flog á einum væl vardum privatum øki. Bert tíðin kemur at vísa, um tað fer at hjálpa.
Kelda: FDM / Motor