Í gjár taptu Føroyar hálvfinaluna í Sparkassen Cup í móti týsku vertunum.
Sí eisini:
Hálvfinalan koppaði skeiva vegin
Sjónvarpi í Saarlandi, SR, tók saman um dystin í tíðindasending í gjár. In.fo hevur í samstarv við týska Føroyafjepparan, Stefan Schmidt, týtt frásøgnina til føroyskt. Týðingin kann lesast niðanfyri.
Innslagið hjá SR kann síggjast á spælaranum við at trýsta HER
-“Triði og seinasti dagur í altjóða ungdómshondondbóltskappingini í Merzig.
Stórfavorittarnir úr Týsklandi standa í hálvfinaluni ímóti einum øðrum favoritti – Føroyum.
Ein finalistur er longu funnin. Ísland vann frammanundan á Hvítarusslandi.
Týski venjarin er stúrin um, at hansara lið byrjar við veikum loftingum og skotum. Neyvleikin er ikki hundrað prosent.
Føroyar hava góða málverja og spæla bólttryggan og skjótan hondbólt. Føroyar tóku í summar hondbóltstjóðirnar, Spania, Norra og Svøríki á bóli og eru nú eisini á odda ímóti Týsklandi.
Lítil tjóð. Stór hondbóltsgleði. Og stórt talent.
Eitt nú Elias á Skipagøtu – besti leikari í kappingini. Hann hevur skjót bein og ein øgiligan skotarm. Spælskipari, málskjútti og undangongumaður - alt í einum.
Hálvleiksstøðan er 19-16 til Føroya.
Eftir skifti er Týskland aftur eins sannførandi sum áður í kappingini. Altíð eina hugsan og eitt fet skjótari enn mótstøðan. Dysturin snarar og Týskland vinnur 39-35.”
Eftir dystin tosar SR við týska landsliðsvenjarin, sum sigur soleiðis:
- “Tað tók eina løtu áðrenn dreingirnir ásannaðu at teir kundu bert vinna á Føroyum við røttum hjarta og stríðsvilja. Vit hildu ov leingi at tað var nóg mikið at eita Týskland, fyri at basa mótstøðuni”.