Við loysnini hjá Globe Tracker kunnu flutningsfeløg og teirra kundar alla tíðina fáa at vita, hvar vørurnar eru og hvussu hiti og onnur viðurskifti í bingjunum eru. Eisini ber til at fáa ávaringar, um til dømis streymslit er, og til ber at loysa trupulleikar við køliskipanini uttan at vera á staðnum, verðru sagt í tíðindaskrivi.
Globe Tracker-útgerðin, ið verður sett á og knýtt í kølibingjurnar, hevur samband við Globe Tracker-forritini umvegis fjarskiftisnetið.
“Avtalan við Hapag-Lloyd er eitt stórt gjøgnumbrot fyri Globe Tracker og staðfestir leiðandi støðuna hjá okkum á hesum marknaðinum. Í løtuni hevur talgilding høga raðfesting millum flutningsfeløg, og at náa higar hevur kravt nógva orku og áhaldni frá øllum rundan um felagið”, staðfestir Jákup Lamhauge, stjóri.
Hapag-Lloyd, sum er fimtstørsta flutningsfelagið í heiminum, kunnger avtaluna við Globe Tracker í dag 4. juni 2019 á stóru flutningsmessuni “transport logistic” í München í Týsklandi.

Týskur flutningsrisi velur føroyska KT-loysn












