Týskland og Føroyar spæla klokkan 19:00 í kvøld U-21 landsdyst í Týsklandi.
Somu lið spældu seint í fjør á Tórsvølli í einum dysti, sum Týskland vann 6-0.
Í mun til tað føroyska liðið sum spældi tá, er hópurin í dag betri mannaður enn tá, so spennandi verður hvussu leikur fer fram.
Dystargongdin:
Liðugt: So er dysturin í Frankfurt liðugur og endaði hann við 4-1 sigri til Týskland. Føroyska liðið stríddist manniliga allan dystin á tamb, men tvey tøtt mál tíðliga í seinna hálvleiki, feldu føroysku dreingirnar. Í yvirtíðini var um reppið at Magnus Egilsson fekk gjørt tað til 4-2, sum hevði sæð munandi penari út enn 4-1.
90 minuttir: Magnus Egilsson var nú um reppið at minka um munin til 4-2, men tíverri fyri okkum brast bólturin á tvørstongina og niður í vøllin. Frálíka væl gjørt av unga HB leikaranum.
88 minuttir: So var aftur nær við at vera 5-1, men tíbetur fyri Føroyar var Ári M. Jónsson feldur tá innleggið kom, soleiðis at dómarin heldur dømdi fríspark til Føroyar, ístaðinfyri mál til Týskland.
83 minuttir: So hava Føroyar gjørt sína triðju og seinastu útskifting. Málskjúttin, Gestur B. Dam, er útskiftur, og inn fyri hann er komin Betuel Hansen úr Silkeborg.
80 minuttir: Nú var um reppið at tað var 5-1 til Týskland. Davie Selke var spældur leysur afturum føroysku verjuna, men hann skeyt framvið málinum.
MÁÁL, 4-1 til Týskland, Julian Brandt, 73 minuttir: So er 4-1 til Týskland. Leroy Sané royndi seg fyrst við skotið sum brast á stongina. Bólturin stakk beint út til ein týskan leikara, sum lættliga fekk skotið hann í málið til 4-1. Málskjútti var Julian Brandt úr Leverkusen.
70 minuttir: So hava Føroyar skift út fyri aðru ferð í dystinum. Jóannes Bjartalíð úr KÍ er farin av vøllinum, og er avloystur av Magnus Egilsson úr HB.
Annars hevur týska liðið yvirtakið á okkara monnum í løtuni, og eru tað serliga tey bæði tøttu málini sum hava tikið luftina úr dystinum.
MÁÁL, 3-1 til Týskland, Max Meyer, 63 minuttir: So tykist dreymurin um eina sensatiónin at vera horvin. Týskland er nú á odda 3-1, eftir at teir fingu eitt heldur bíligt brotsspark sum Andrias Eriksen gjørdi. Max Meyer skoraði uppá brotssparkið fyri Týskland.
MÁÁL, 2-1 til Týskland, Sonni Ragnar Nattestad (sjálvmál), 59 minuttir: So er Týskland á odda 2-1. Málið kom eftir eitt gott gjøgnumbrot í týsku høgru síðuni, har Sonni Ragnar Nattestad var so mikið óheppin at hann skeyt bóltin í egið mál.
57 minuttir: Týska liðið roynir at trýsta Føroyar, men føroyingarnir standa væl ímóti. Heldur ikki eru føroysku leikararnir heilt eiðasørir tá kontramøguleikar uppstanda, so dysturin er í løtuni opin.
50 minuttir: So hava Føroyar gjørt sína fyrstu útskifting. Hákun Edmundsson, sum í fyrra hálvleiki fekk gult kort, er tikin av vøllinum, og í hansara stað er komin Bartal Wardum úr HB.
Tað er eingin ivi um at óttin fyri seinna gula kortinum er orsøkin til at Hákun verður tikin av vøllinum, tí hann hevur annars stríðst væl á føroyska miðvøllinum.
46 minuttir: So er seinni hálvleikur byrjaður í Týsklandi. Tað var Føroyar sum gav bóltin upp í seinna hálvleiki.
Hálvleikur: So er hálvleikur í Týsklandi, har støðan er javnleikur 1-1!!.
Týskland fekk annars eina betri byrjan, men seinastu løtuna av fyrra hálvleiki tók føroyska liðið yvir. Teir høvdu fleiri fínar atsóknir, og stutt undan hálvleiki eydnaðist tað Gesti B. Dam úr B36 at javna til 1-1 eftir eitt hornaspark.
Skotstatistikkurin sigur at Týskarar hava havt 7 skot uttanfyri føroysku rammuna, meðan Føroyar einki hava havt uttanfyri týsku rammuna. Føroyingar hava tó havt 3 skot á týska málið í fyrra hálvleiki.
MÁÁL, 1-1, Gestur B. Dam, 43 minuttir: So er støðan 1-1 í Týsklandi. Málið kom eftir eitt hornaspark frá Leivi Joensen, sum endaði hjá Gesti B. Dam, sum ikki gjørdi mætari enn at smekka bóltin í málið til 1-1. Frálík føroysk løta, tí fyri løtu síðani hevði Jákup Thomsen ein stóran møguleika eftir einmansavrik.
39 minuttir: So hevði Føroyar sína fyrstu roynd á týska málið. Eftir eitt hornaspark, datt bólturin leysur hjá ÍF leikaranum, Leivi Joensen, sum smekkaði til, men týski málverjin bjargaði skotinum.
35 minuttir: So hevði Týskland aftur ein fínan møguleika. Enn einaferð var tað Max Meyer sum royndi seg, men Elias Rasmussen vardi væl fyri.
30 minuttir: So mundi verið 2-0 til Týskland aftur. Eftir gott gjøgnumbrot úr týsku vinstru síðuni, var Max Meyer um reppið at standa á rætta staðnum.
25 minuttir: So var føroyska liðið fyri fyrstu ferð av álvara í hinum endanum av vøllinum. Jóannes Bjartalíð stríddi seg til eitt føroyskt hornaspark, sum vit tó einki fingu burturúr. Heldur var Týskland nær við at økja eftir kontraálop aftaná hornasparkið.
20 minuttir: Nú stendur meira á hjá føroyingunum. Leroy Sané var fyri løtu síðani um reppið at økja til 2-0 til Týskland, tá hann fekk ein góðan møguleika.
MÁÁL, 1-0 til Týskland, Leroy Sané, 17 minuttir: So er 1-0 til Týskland í Frankfurt. Og málskjúttin var eingin minni enn stóra stjørnan á týska liðnum, Leroy Sané, sum verður settur í samband við fleiri stórfeløg.
15 minuttir: Dystargongdin er tann sama. Føroyska liðið stendur væl ímóti týskarunum, sum tó eru meira á bóltinum. Fyri løtu síðani fekk Hákun Edmundsson tað gula kortið, og er tað fyrsta gula kortið sum er givið í dystinum. Hákun Edmundsson gjørdi fríspark móti Max Meyer.
9 min: Føroyska liðið hevur staðið væl ímóti fyrstu løtuna. Týskarar eru komnir fram til onkur hornaspørk, sum tó ikki hava verið vandamikil. Higartil hava Týskland havt eina skotroynd sum var uttanfyri málrammuna hjá Føroyum.
2 min: Dysturin er byrjaður, og enn hevur verið lítið verið at skriva heim um. Max Meyer hevði fyri løtu síðani eina roynd, sum tó ikki var vandamikil.
Føroyska liðið í dag: Elias Rasmussen – Leivur Joensen, Andrias Eriksen (Liðskipari), Sonni R. Nattestad, Ári M. Jónsson – Gestur B. Dam, Hákun Edmundsson, Jonas G. Hansen, Jóannes Bjartalíð – Teit Jacobsen, Jákup Thomsen.
Týska liðið: Timon Wellenreuther – Jeremy Toljan, Lukas Klostermann, Niklas Sule, Yannick Gerhardt – Julian Brandt, Julian Weigl, Niklas Stark, Leroy Sané – Davie Selke, Max Meyer (Liðskipari)