Týskland vísti styrki

Týska landsliðið vísti sína styrki, tá Kamerun varð kveistrað til viks við einum 2-0 sigri. Írland vann 3-0 á Saudi Arabia og fylgir Týsklandi víðari í kappingini

Lagt varð upp til ein spennandi endabrest í bólki E, tí trý lond høvdu møguleikan av spæla seg víðari í kappingini.
Týskland lá best fyri undan seinasta dystinum og skuldi bara hava ein javnleik fyri at koma víðari. Kamerun skuldi hinvegin vinna dystin, og Írland skuldi vinna við meira enn einum máli móti Saudi Arabia fyri at tryggja sær víðari luttøku.

Nógv gul kort
Dómarin í dystinum millum Týskland og Kamerun gjørdi rættiliga vart við seg, tí hann tveitti um seg við einari rúgvu av gulum kortum. Tilsamans sekstan ferðir hevði spanski dómarin gula kortið á lofti. Ein leikari hjá hvørjum liði fekk tvey gul og harvið reytt kort.
Fyri steðgin var Kamerun vandamiklari frammanfyri málinum og hevði fleiri góðar royndir, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin inn, hóast møguleikarnir vóru ógvuliga stórir. Tá Carsten Ramelow stutt fyri steðgin fekk seinna gula kortið, og Týskland skuldi spæla við tíggju monnum, væntaðu tey flestu, at týskarar fingu ein tungan burð í seinna hálvleiki.
Men fimm minuttir eftir steðgin sendi Miroslav Klose til Marco Bode, sum var leysur við málverjanum og skoraði. Eftir hetta tók Týskland seg langt aftur á vøllin og royndi seg við skjótálopum.
Seint í dystinum varð Patrick Suffo hjá Kamerun eisini rikin av vølli, og stutt eftir skallaði Miroslav Klose sítt fimta mál í hesum endaspælinum, og tá var dysturin avgjørdur.

Írland víðari
Tað eydnaðist eisini Írlandi at tryggja sær pláss í 1/8-finalunum. Írarnir skuldu vinna við meira enn einum máli fyri at koma víðari. Írska liðið greiddi sína skyldu og vann 3-0 a Saudi Arabia.
Robbie Keane skoraði heilt tíðliga í dystinum, tá hann var hægstur eftir eitt innlegg. Saudi Arabia beit rættiliga frá sær sum hálvleikurin leið, men Írland helt fast.
Í seinna hálvleiki stýrdi Írland dystinum, og tá hálvur tími var eftir, skallaði verjuleikarin Gary Breen næsta málið í dystinum. Damien Duff skoraði seinasta málið, og eingin ivi var um vinnaran av dystinum.
Hetta endaspælið gjørdist rættiliga miseydnað hjá Saudi Arabia, tí tólv mál fóru ígjøgnum, og liðið fekk einki mál.

Týskland ? Kamerun 2-0 (0-0)
1-0: Marco Bode
2-0: Miroslav Klose

Írland ? Saudi Arabia 3-0 (1-0)
1-0: Robbie Keane
2-0: Gary Breen
3-0: Damien Duff