Fyri nett tveimum árum síðani var EM endaspælið í hondbólti í Polen. Tá var finalan millum Týskland og Spania, og við 24-17 sigri tryggjaði Týskland sær EM heitið.
At tiltikna vendingin hjá Gary Lineker ikki bara er galdandi í fótbólti, men ikki so sjáldan eisini í hondbólti, var dysturin ímóti Tjekkia í kvøld staðfesting av. Tjekkia var størsta partin av tíðini frammanfyri – onkuntíð við fleiri málum – men tá ið tað restaðu átta minuttir, kendist, at týskararnir høvdu meiri styrki og orku. Tá ið tað restaðu fýra minuttir legði Týskland seg framum við tveimum málum, ein minutt seinni øktu týskarar til trý mál, og tað endaði við 22-19 sigri.
Tjekkia hevur fyrr í hesi kappingini vunnið ímóti OL vinnarunum úr Danmark, og í kvøld vóru teir leingi á sigurskós ímóti EM vinnarunum fyri tveimum árum síðani, tá ið talvan vísti 18-16. So skoraðu teir ikki í tíggju minuttir, og tá broyttist støðan frá 18-16 til Tjekkia og til 22-18 til Týskland.
22-19 ber við sær, at Týskland hevur fimm stig eftir fyrsta dystin í miðumfarinum.
Tjekkia hevur tvey stig, og nú skal vilja meiri enn væl til hjá tjekkum, um teir skulu røkka hálvfinaluni.










