Týskland í sorg

Týska fólkið er skelkað av, at ein 17 ára gamal drongur skjeyt 16 fólk í og nærhendis einum skúla uttan fyri Stuttgart í dag Løgreglan sigur, at tann 17 ára vgamli var í hermannabúna, tá hann fór at skjóta eftir næmingum á einum tekniskum skúla í Winnenden nærhendis Stuttgart har suðuri í Týsklandi.

Fyrst skjeyt hann 10 næmingar í aldrinum 14-15 ár og tríggjar lærarar inni í sjálvum skúlanum. Eftir at vera rýmdur út úr skúlanum skjeyt hann trý fólk afturat, og herumframt vórðu tveir løgreglumenn illa særdir av skotum frá tí unga manninum.

Týsku myndugleikarnir siga, at tann 17 ára gamli Tim Kretschmer bleiv skotin uttan fyri ein handil í Winnenden, eftir at løgreglan hevði jagstrað hann í fleiri tímar.