Týskland og Eysturríki lata upp mørkini 15. juni

Angela Merkel og Sebastian Kurz eru samd um eina ætlan, sum skal lata markið upp millum Týskland og Eysturríki.

Týskland og Eysturríki ætla at lata markið upp millum londini 15. juni.

Tað upplýsir eysturríkski ferðavinnuráðfrúan, Elisabeth Køstinger, í dag í samrøðu við ríkismiðilin ORF.

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, og eysturríkski starvsfelagið hennara, Sebastian Kurz, eru vorðin samd um eina ætlan í tveimum stigum, sum skal linka avmarkingarnar fyri at ferðast millum tey bæði grannalondini. Tað sigur Køstninger.

Nakrar av avmarkingunum verða longu tiknar burtur við landamørkini fríggjadagin. Frá 15. juni skulu allar avmarkingar takast burtur, sigur eysturríkska ferðavinnuráðfrúan.

Fráboðanini frá henni kemur sama dag, sum roknað verður við at ES-nevndin kemur við síni ætlan fyri ferðavinnu.

/ritzau/