Týskland legði væl frá landi

Ukreina gav tó týskarunum góða mótstøðu og hevði nógvar góðar møguleikarnar.

Í dagsins síðsta EM-dysti snúði tað seg um seinna dystin í bólki B, har Týskland og Ukreina hittust eftir at Pólland fyrr í dag kom væl frá landi við 1-0-sigri á Norðurírlandi.


Týskland legði seg á odda í 19. minutti, tá ið 24 ára gamli Valencia-verjuleikarin, Shkodran Mustafi, var hægstur á einum frísparksinnleggi og stútaði Týskland á odda 1-0.


Ukreina var annars ikki at kimsa at. Teir skaptu eina rúgvu av møguleikum í fyrra hálvleiki, og ta einu ferðina mátti máltøknin avgera, at Jerome Boateng fekk ruddað burt av sjálvari málstrikuni.


Týskland var annars mest á bóltinum – eisini í seinna hálvleiki, tá ið leikferðin var væl lægri. Týskararnir áttu teir flestu møguleikarnar, men síðstu løtuna lá eisini Ukreina framvið.


Hóast tað, so var tað Týskland, sum fekk síðsta orðið. Eftir eitt mótálop var tað innskifti Bastian Schweinsteiger, sum setti bóltin í málið til endaliga úrslitið, 2-0 til Týskland.