Týskland í kríggj móti skattafrístøðum

Týskaland ætlar at »stramma skrúvurnar« á skattafrístøðunum í Europa, segði týski fíggjarmálaráðharrin í gjár Peer Steinbrück ávarar skattafrístøðini í Europa, sum serliga umfata Liechtenstein, Monaco og Andorra.

Hesar tríggjar smátjóðirnar nokta fyri at lata upplýsingar frá bankum teirra um, hvør hevur pening standandi hjá teimum. Sveits var fyrr kent sum landið, tú skuldi seta tínar pengar í, um títt egna land ikki skuldi fáa hendur á upplýsingum um, hvat og hvussu nógv tú átti.

Angela Merkel, týskur kanslari, hevur havt fundir við Otmar Hasler, forsætisráðharri í Liechtenstein, fyrr í vikuni, og fer at tosa um hetta við franska forsætisráðharran, Nicolas Sarkozy. Hesin hevur leingi roynt at ávirka Monaco at gerast meiri opið í so máta.

Í løtuni kannar Týskland 750 mál, har illgruni er um, at svikað er í skatti. Eisini onnur lond, so sum USA, Finland og Svøríki hava sett ella fara at seta í verk kaningar um skattaundandrátt, skrivar Financial Times