Talan var um fínt undirhald. Gott spæl, nógvir málmøguleikar og nógvar tættar og intensar støður nærdystum. So við og við fekk Týskland yvirvág, og tað gav úrslit tríggjar minuttir fyri hálvleik, tá ið Kevin Kuranyi eftir horna var hægstur og skallaði bóltin í netið. Kurany skoraði eisini til 2-0, áðrenn Milan Baros pyntaði um úrslitið. Við sigrinum legði Týskland seg einsamalt á odda. Týskland er trý stig undan bæði Kekkia og Írlandi.










