Týskland gjørdi meg sterkari

Fyri fýra mánaðum síðani steig 18-ára gamla Mona Breckmann út í tann stóra fótbóltsheimin. Hon skifti tryggu umstøðurnar á Argjum út við tað ókenda í Karlsruhe í Týsklandi. Hvussu er tað at flyta av landinum í fótbóltsørindum og hvussu kom Karlsruhe í samband við Monu. Hvørjum støði er kvinnufótbóltur í Týsklandi á, og hví rópa allar genturnar “Leo” tá tær fáa bóltin?

Mona hevur altíð lagt nógv fyri í fótbóltinum og í fjør var tað hon, sum tvær ferðir gjørdi munin, tá AB sigraði á KÍ. Millum annað skoraði hon bæði málini í steypafinaluni, tá AB vann 2-1 á KÍ.

– Tað heila byrjaði í Portugal í 2008, tá eg var við U-19 landsliðnum. Vit spældu ímóti Rumenia og landsliðsvenjarin hjá teimum bjóðaði mær at koma til Rumenia at spæla. Tað lá ikki fyri, men eitt ár seinni fekk eg so eitt tilboð frá Karlsruhe, sum hevur rumenskan venjara, ið hevði tosað við rumenska U-19 landsliðsvenjaran, sigur Mona.

Mona gekk í 1.g í Hoydølum tá, men valdi at taka av tilboðnum um eina royndarvenjing.

– Kappingini í Føroyum hevði ligið still í eina tíð, so ergvar bangin um formin hjá mær. Hetta var í novembur mánað, men tað gekk nógv betri enn eg hevði væntað, sigur Mona um royndarvenjingina

Eftir royndarvenjingina kemur Mona aftur til Føroyar, men tað er skjótt boð eftir henni úr Karlsruhe, ið spælur í triðbestu deildini. Seint í januar mánað fer Mona av landinum og setir kós ímóti Týsklandi til eina nýggja fótbóltsmentan og eitt nýtt lív.

– Tað var undarligt at koma til eitt nýtt felag og ókendar umstøður. Eg var bangin og nervøs, men samstundis spent. Teir fyrstu dagarnar við vóru hinar genturnar ikki serliga opnar fyri mær, og eg tosaði fyri tað mesta við venjaran, men hann hevði sjálvandi eisini onnur ting at taka sær av. Tað var eitt hart tíðarskeið og ikki altíð líka stuttligt, men samstundis var tað ein avbjóðing, og eg kom at kenna meg sjálva væl, sigur Mona.

Í einum av teimum fyrstu dystunum kom Mona út fyri einari stuttligari hending.

- Til venjing rópa allar genturnar, “Habe ich”, sum merkir “eg havi”. Tá eg so í dystinum fái bóltin rópi eg “Habe ich”, men tá kemur dómarin rennandi yvir til mín og stillar seg heilt tætt við meg og sigur, at um eg sigi; “Habe ich,”, so dømir hannfríspark til hin partin. Eg bleiv í øðini og skilti einki. Seinni fekk eg at vita, at eg skuldi siga “Leo” tá eg fekk bóltin. Eg havi framvegis ikki funnið útav hví, sigur Mona flennandi.

Mona hevur nú verið í Týsklandi í fýra mánaðir, men hvat er so komi burturúr?

– Eg eri komin at kenna eina heilt aðra fótbóltsmentan. Týskur fótbóltur er nakað heilt annað enn føroyskur fótbóltur. Eg havi nú eisini roynt at staðið á mínum egnum beinum. Tað er ikki lætt at koma til eitt nýtt land har tú ongan kennir. Tú skalt gera alt sjálv, vaska klæðir, gera mat og keypa inn. Tað nyttar einki at skriva alt á ein innkeypsseðil til mammu og babba, sigur Mona við einum smíli

Týska landsliðið í kvinnufótbólti hevur í fleiri ár verið ímillum tey bestu í heiminum.

– Støðið er eitt heilt annað enn í Føroyum. Tann størsti munurin er konditiónin. Tað er einki við at ein ikki er í form ella sníkir seg undan renning. Allar skulu verða væl fyri likamliga. Vit høvdu tveir venjarar og millum annað høvdu vit níggju vøllir at velja ímillum, tá vit skuldu venja. Teir høvdu ymiskt undirlag. Onkur var betri tá tað regnaði og aðir tá tað var sól, sigur Mona.

Lívið uttan fyri fótbóltin kann verða hart, og fleiri ferðir hava vit hoyrt um spælarar, ið tosa um einsemi tá teir fara av landinum.

– Eg var so heppin at eg búði saman við tveimum øðrum leikararum, og eg gekk í skúla við síðuna av, so eg kendi meg sjáldan einsamalla. Faktist var tað deiligt at kunnu fara og fáa sær ein kaffimun og lesa eina bók í frið og náðum, sigur Mona

Mona vann sær skjótt fast pláss á liðum. Fyrst sum áleypari og síðani sum høgri vongur. Í átta dystum skoraði hon trý mál.

– Eg havi altíð lagt nógv fyri tá tað kemur til fótbólt og verið seriøs. Eg royni at venja nógv og ikki minst eta rætt, tað er týdningarmikið. Og so mást tú trúgva uppá teg sjálva og ikki lata niðurtúrarnir fáa teg niður við høvdinum, sigur Mona um krøvini at gerast fótbóltsspælari í Týsklandi.

Eisini í Týsklandi hava miðlarnir fingið áhuga fyri føroyska áleyparunum í Karlsruhe. Í størsta fótbóltskvinnu blaðnum, Frauenßball Magazin, er ein grein um Monu og hennar lív í Karlsruhe. Fyribils hevur Mona valt at takka fyri seg í Karlsruhe.

– Eg komi heim at gera student liðugt og spæla við AB. Eg havi framvegis hug at royna meg sum fótbóltsleikara og nú veit eg eisni hvat skal til, sigur Mona at enda.