Týskland fekk fult í Kekkia

Týskland legði seg einsamalt á odda í bólki D, tá ið týskarar í Prag vunnu 2-1 á Kekkia.

Talan var um fínt undirhald. Gott spæl, nógvir málmøguleikar og nógvar tættar og intensar støður nærdystum.

So við og við fekk Týskland yvirvág, og tað gav úrslit tríggjar minuttir fyri hálvleik, tá ið Kevin Kuranyi eftir horna var hægstur og skallaði bóltin í netið. 20 minuttir inn í 2. hálvleik var tað aftur Kevin Kuranyi, ið var á blettinum. Aftur hesaferð var tað ein skallari eftir innlegg úr borðinum. Milan Baros pyntaði um úrslitið eitt korter fyri leiklok, men fleiri mál komu ikki, so toppdysturin í Prag varð vunnin 2-1 av Týsklandi.

 

Við sigrinum legði Týskland seg einsamalt á odda. Týskland er trý stig undan bæði Kekkia og Írlandi.