Týskland er stór favorittur at vinna á Grikkalandi, sum nærmast snýkti seg við í fjórðingsfinalurnar við at vinna á Russlandi í seinasta dystinum í bólki A. Týskland vann allar dystirnar í bólki B, sum eisini fekk heitið deyðans bólkur. Tað sigur eitt sindur um styrkina hjá týskarunum.
Grikkaland hevur bara havt samanlagt 17 royndir á málið hjá mótstøuliðunum. Tað er færri enn nakað annað lið. . Grikkar eru eisini uttan liðskiparan og undangongumannin, Giorgos Karagounis, sum hevur leikbann. Hann er hjartað í spælinum hjá grikkum og tað kann vísa seg at verða trupult at finna ein avloysara fyri hann.
Tað verður ikki nakar lættur dystur hjá týskarunum, tí grikkar eru væl skipaðir í verjupartinum og eru likamliga væl fyri. Tað verður ongin sunndagstúrur fyri Mario Gomez og hinar í álopinum, men har skuldi verið nokk at kvaliteti í framrættaða spælinum til at vunnið á grikkum.
Vinnarin í kvøld skal møta vannaranum av sunnukvøldið millum Italia og Ongland í hálvfinaluni.
EM fjórðingsfinalur:
Týskland Grikkaland 19:45