Hon er fødd og uppvaksin í Hagen nærhendis Dortmund, og í mun til flestu europearar kom hon longu sum átta, níggju ára gomul at kenna Føroyar sum eitt land.
- Vit áttu eitt spæl, ið kallaðist Europareisen, sum vit ofta spældu, tá eg var um handan aldurin. Tú skuldi velja at búgva í einum landi í Europa, og so skuldi tú ferðast til øll hini londini í heimspartinum, og tann, sum var fyrstur, vann. Tá valdi eg at búgva í Íslandi og í Føroyum, og tí visti eg, hvar tað var, sigur Andrea Opielka.
Hon helt tað vera rættiliga stuttligt, tí Føroyar lógu so langt burtur frá har, hon búði.
- Sum 19 ára gomul var eg so fyrstu ferð í Føroyum. Tað var í 1994, og eg var saman við mínum foreldrum á veg til Íslands. Tað var tá tú skuldi bíða í Føroyum í tveir dagar, fyri at sleppa víðari til Íslands, sigur Andrea Opielka.
Tað var kortini ikki fyrr enn í 2000, at hon tók avgerð um at skriva eina serritgerð í føroyskum dansi.
- Eg læs tá tónleikavísindi, listasøgu og týskar bókmentir á universitetunum í Heidelberg og Bochum. Seinni fór eg at undirvísa, men eg kendi á mær, at tað var so innikroyst, at eg hevði brúk fyri at sleppa út í lívið aftur, sigur Andrea Opielka.
Í Føroyum á hvørjum ári
Hon hevði lisið nakað um Føroyar og føroyskan dans á ferðini til Íslands, so hon hevði eina góða hóming av, hvat føroyskur dansur snúði seg um.
- Upprunaliga hevði eg ætlað mær at skriva serritgerð um opera, tí tað dámdi mær væl, og eg hevði eisini arbeitt á fleiri operahúsum, sigur Andrea Opielka.
- Men so hugsaði eg, at tað vóru so nógv, ið høvdu skrivað serritgerð um opera, so eg valdi at skriva serritgerð um føroyskan dans í staðin, tí tað vóru tað ikki so nógv, ið høvdu gjørt, og so slapp eg eisini til Føroya at uppliva nakað, sigur Andrea Opielka.
Hon var so í Føroyum fyrstu ferð í sambandi við serritgeðina í 2001.
- Eg ferðaðist so runt í fleiri føroyskum bygdum og býum í sambandi við serritgerðina, og kom í samband við fleiri føroysk dansifeløg og fleiri føroyskar dansarar, sigur Andrea Opielka.
Síðani er tað vorðið til nógvar føroyatúrar hjá týska doktaranum í føroyskum dansi.
- Eg havi eftir hondini vitjað í Føroyum eitt stað millum 20 og 25 ferðir. Eg havi verið í Føroyum á hvørjum ári síðani 2000 og á ólavsøku á hvørjum ári síðani 2002. Umframt havi eg eisini verið í Føroyum um veturin, meðan eg granskaði føroyskan dans og eisini til fleiri ársveitslur. So til samans rokni eg við, at eg havi verið í Føroyum millum 20 og 25 ferðir, sigur Andrea Opielka.
At byrja við var tað stórslidna náttúran, ið dró, men síðani hevur hon eisini fingið fleiri góðar vinir í Føroyum.
- Tað eru fleiri, sum siga við meg, »Vælkomin heim«, tá eg komi til Føroya, sigur Andrea Opielka.
Sjúrðarkvæðið
Ein av orsøkunum til, at Føroyar draga, er hennara stóri áhugi fyri føroyskum dansi.
- Mær dámar sera væl føroyskan dans, og tað er jú náttúrligt eftir sum eg havi skrivað serritgerð um evnið, sigur Andrea Opielka.
Hon kvøður eisini sjálv, tó at henni ikki dámar at skipa í Føroyum.
- Viðhvørt ferðist eg runt til ymisk universitet í Týsklandi, har tú kanst læra norðurlendsk mál, eisini føroyskt, og har haldi eg so ei fyrilestur um føroyskan dans. Tá plagi eg at tríva í nøkur ørindi, oftast av Sjúrðarkvæðnum, men tað verður bara til 20 ørindi ella so, sigur Andrea Opielka.
Annars dugur hon eini 7-8 kvæði, men heldur seg sum nevnt til at kvøða við.
- Eg tími ikki rættiliga at skipa, tá tað eru so nógv fólk, sum duga at kvøða við, sigur hon.
Hon hevur higartil arbeitt í einum mentanarhúsi í Lüdenscheid nærhendis Dortmund, men er í løtuni við at flyta.
- Eg havi júst skift arbeiði og skal flyta til Fehmarn, ið er ein oyggj í Norðurtýsklandi, har Puttgarten liggur. Eg skal vera tað, tey rópa eventmanager innan ferðavinnuna, og tað vil siga, at eg havi ábyrgd av øllum tiltøkum á oynni, sigur Andrea Opielka.
Hetta fevnir um alt, ið hevur við ferðavinnu at gera.
- Eg skal hava ábyrgd fyri øllum tiltøkum, heilt frá mentanartiltøkum umvegis barnatiltøk til festivalar og HM í surfing, sum eisini verður á Fehmarn, sigur Andrea Opielka.
Hetta hevur sínar vansar við tað, at hon verður serliga nógv upptikin um summrarnar, men tað hevur eisini sínar fyrimunir.
- Ferjusamband er millum Puttgaten og Rødby, og tað merkir, at eg eri ikki meiri enn tveir tímar burtur úr Keypmannahavn við ferju, sigur Andrea Opielka.
Limur í Fótatraðk
Tilknýtið til dansifelagið í Keypmannahavn, Fótatraðk, byrjaði fyri fleiri árum síðani.
- Eg búði í Keypmannahavn frá 2005 til 2007, og tá var eg limur og dansaði so at siga hvørt sunnukvøld. Síðani var eg ikki við í nøkur ár, men meldaði meg inn aftur í 2011, sigur Andrea Opielka.
Hon fær ikki verið við hvørja ferð, men roynir at halda seg til almenna dansin, sum felagið skipar fyri.
- Tey hava eitt alment dansikvøld í september og so føstudansin, og har royni eg at vera við. Eisini havi eg roynt at verið við til mentanarnáttina, tá tey eisini dansa, og til jólaveitslurnar, sigur Andrea Opielka.
Vanliga hevur hon tikið flogfarið frá Düsseldorf, og tað kostar 100 evrur, umleið 750 krónur, og tað heldur hon er ikki so galið.
- Men nú, tá eg flyti til Fehmarn snýr tað seg um tveir og ein hálvan tíma og 150 krónur, so tað er einki, sigur Andrea Opielka.
Hon heldur sostatt sambandið við Fótatraðk viðlíka, og skapar alla tíðina nýggjar vinir.
- Frá teirri tíðini, tá eg búði í Keypmannahavn frá 2005 til 07, eru bara ein ella tveir limir eftir, alt hitt er skift út. So eg fái alla tíðina nýggjar vinir, sigur Andrea Opielka.
Hon var við til landsdansistevnuna fyri seks árum síðani, og bara tvey av teimum, ið vóru við tá, vóru við nú, hon aftur var til landsdansistevnuna, sum í ár var í Runavík um vikuskiftið.
Vitjaðu í Nólsoy
Hon heldur, at tað er ógvuliga gott at ferðast saman á hendan hátt.
- Tú lærir fólk nógv betur at kenna á hendan hátt, sigur Andrea Opielka.
Tey hava verið saman á ferðini til Føroya í sambandi við landsdansistevnuna, sum hesaferð var í Runavík um vikuskiftið. Ferðalagið við teimum 14-15 limunum úr Fótatraðk kom til Føroya hóskvøldið, og fríggjakvøldið vitjaðu tey so í Nólsoy.
- Tað var eitt ógvuliga hugnaligt kvøld, heldur Andrea Opielka, og leygardagin fylgdust bæði feløgini so inn á Runavík til landsdansistevnuna.
- Eg kenni fleiri føroyskar dansarar, og fekk eisini heilsað upp á fleiri teirra á landsdansistevnuni. Tá eg var í Føroyum í sambandi við serritgerðina, ferðaðist eg runt í landinum at kanna dansin. Eg var millum annað í Sumba, Klaksvík, Eiði, Nólsoy og Skálavík, fyri at kanna ymisku dansiløgini, og eg kenni nógv fólk frá teirri tíðini eisini, sigur Andrea Opielka.
Tá hon vitjar í Føroyum, býr hon hjá vinum, hon eigur her, men serliga er tað hjá Rasmus Joensen, formanninum í Sláið Ring.
Sum eitt stutt ískoyti kann nevnast, at serritgerð hennara í 2011 varð umsett til danskt, og bókin fæst í bókahandlunum kring landið.
Hon fór til Danmarkar aftur mánadagin og víðari til Dortmund týsdagin, har næstu dagarnir ganga við at pakka og síðani flyta til nýtt umhvørvi og nýggjar uppgávur á Fehmarn.