Týskir biografstjórarnir kunnu takka James Bond fyri eitt sera gott
úrslit seinastu tríggjar mánaðirnar.
Nýggjasti James Bond-filmurin ?Quantum of Solace? hevur nevniliga gjørt, at sera nógv fólk í seinastuni hava avgjørt at leggja leiðina framvið týsku biografarnar.
Frá byrjanina av oktober til 19. desember seldu biografarnar 27,5 milliónir billettir - ein framgongd svarandi til heili 18 %.
Toppfilmarnir ?Quantum of Solace? var best seldi filmurin, meðan ?Madagascar 2? var á 2. plássi og ?High School Musical 3? var nr. 3.