Týskararnir hava tak yvir høvdið

Ferðaráð Føroya hevur havt samband við týska fótbóltssambandið seinasta árið, og tí skuldu allir týskarar havt innivist hesar dagarnar

Mánadagin komu teir fyrstu týsku áskoðararnir til landið.Tað er ikki heilt greitt, hvussu nógvir týskarar mugu vera í Føroyum í samband við dystin, men eitt mett tal er um teir túsund. At hýsa so nógvum týskarum krevur ein góða samskipan

Ferðaráð Føroya hevur seinasta árið roynt av øllum alvi at finna innivist til allar týskararnar. Sissal Kristiansen á Ferðaráðnum sigur við Sosialin, at stovnurin hevur havt samband við týska fótbóltssambandið seinasta árið, og allir týskararnir skuldu tí havt innivist í hesum døgum.

? Vit sendu 600 brøv til týska fótbóltssambandið um støð í Føroyum, har áskoðararnir kundu finna innivist í samband við landsdystin, og nú er líkt til at allir hava funnið sær tak yvir høvdið hesar dagarnir, sigur Sissal Kristiansen.

Av ferðaráðnum siga tey, at flestu týskararnir búgva í høvuðsstaðarøkinum, men eisini í Norðoyggjum, Eysturoynni og á Vágoynni.