Týskarar vóru ovfarnir av tí føroyska stuðlinum

Týsku áskoðararnir vóru ovfarnir av teimum føroysku áskoðarunum, sum samt og javnt stuðlaðu tí føroyska landsliðnum ímóti tí sterku týsku yvirmaktini.

 

Aftaná dystin máttu føroysku áskoðararnir býta um turrikløð, fløgg og troyggir við týskar áskoðarar, sum vóru altráðir at ogna sær ein minnislut um Føroyar.

 

Niðast hava vit lagt 5 kykmyndir sum endurgeva ein part av tí stóra róminum, sum var millum føroysku áskoðararnir, og sum føroysku landsliðsspælararnir vóru ovurfegnir um at sleppa at uppliva í Hannover fríggjakvøldið.