Týska tingið góðkent grikska bjargingarpakkan

Týska samveldistingið góðkendi seinnapartin bjargingarpakkan til Grikkalands. Tað var ongantíð nakar ivi um, at uppskotið fór at fáa stóran meiriluta, og tá atkvøtt varð, atkvøddu 496 tinglimir fyri og 90 ímóti.

Politiskir eygleiðarar siga, at støðan í týska tinginum gevur ikki ta røttu myndina av, hvat teir týsku veljararnir halda um pakkan til grikkar. Meiningakanningar hava víst, at meirilutin av týskarunum eru ímóti at lata grikkum hjálparpakkan.

Í morgin skal niðurlendska tjóðartingið atkvøða um sama pakka, og sum skilst er eisini meiriluti fyri honum har, hóast nógvir niðurlendskir politikarar hava sagt seg vera ímóti.